Burhan G verður við

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
BurhanG590x324

Burhan G verður við

Hann er av kurdiskum uppruna, men hann er uppvaksin í Danmark, og síðani 2004 hevur hann verið ein av størstu poppstjørnunum á danska tónleikapallinum.

Burhan G hevur sungið og framleitt sangir, sum hava verið á tónatindunum, og hann hevur samstarvað um gylt hitt við eitt nú Nik & Jay og Medinu.

Nú kemur Burhan G so á fyrstan sinni til Føroya at framføra, og tað verður við fullum útblástri við bólki og øllum hittunum.

Hitt eftir hitt
Burhan G fekk sítt gjøgnumbrot í 2004 við fyrstu fløguútgávuni. Hann vann í 2005 eina heiðursløn á Danish Music Awards fyri at verða besta nýggja navn í donskum tónleiki og varð tilnevndu til aðrar heiðurslønir.

Síðani hevur hann givið tríggjar fløgur afturat út, og tann sjálvnevnda ”Burhan G” frá 2010 fekk fýradupult platin fyri sølu – ein veruligur stórseljari.

Størstu hittini hjá Burhan G eru sangirnir Din For Evigt, Søvnløs, Mest Ondt, sum hann syngur saman við Medinu, Tættere På Himlen, sum hann syngur saman við Nik & Jay, og endurinnspælingin av sanginum Jeg I Live.

Burhan G syngur melodiøsan popptónleik, sum er nær tengdur at R&B. Hann skrivar sjálvir sangir, er við í framleiðlsu av tónleiki, og er fram um alt annað kendur sum ein framúr góður sangari.

- Burhan G spælir góðan og melodiøsan popptónleik, sum riggar væl til Summar Festivalin, og vit eru sera fegin um at bjóða hann á Vágsbøi í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.