Campingplássið letur upp mánadagin

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Camping590x324

Campingplássið letur upp mánadagin

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at gera stóra campingøkið klárt til gestirnar á Summar Festivalinum. Og gongur sum ætlað, letur campingplássið upp mánadagin kl. 13.00.

Í ár er eitt campingøkið afturat tikið í brúk, so at enn fleiri húsvognar kunnu koma á festival. Hetta økið liggur beint við svimjihøllina og er eisini tætt við festivaløkið

Tað hevur verið ein serligur hugni at vera við campingvogni á Summar Festivali, og í ár er seinasta árið, at útfyllingin á Sandinum kann brúkast tilcampingvognar. Orsøkin er, at íbúðir skulu byggjast á útfyllingini, og arbeiðið byrjar beint eftir Summar Festivalin.

Frameftir verður tað ein avbjóðing at kunna hýsa eins nógvum húsvognum, sum tað ber til í ár.