Appin

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube

TÍÐINDI

Maria2017590x324

Maria og Kular Røtur á Summar Festivalin

Maria á Lakjuni og Kular Røtur spæla á Summar Festivalinum í august Summar Festivalurin ger nógv burtur úr undirhaldi og aktivitetum til teir yngru gestirnar á festivalinum. Silvalandið, sum heldur til í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík, er miðdepil hjá børnunum á festivalinum, og har ber til at royna mangt og[...]

SignarHomrum590x3242017

Signar og Kim spæla á Vágsbøi

Signar í Homrum og Kim Hansen spæla á Summar Festivalinum í august. Báðir teljast millum stóru profilarnar í føroyskum popptónleiki og hava skrivað og sungið eina langa røð av hittum. Signar í Hormum og hansara menn hava havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum gjøgnum árini. Teir hava spælt á[...]

KristinaB590x3242017

Kristina syngur á Vágsbøi

Kristina Bærendsen verður við á Summar Festivalinum í ár, og hon fer at hava konsert leygardagin á ársins festivali. Kristina Bærendsen er millum landsins bestu songkvinnur, og sum tulkari av country- og gospelsangum er hon framúr. Hon er væl umtókt bæði í Føroyum og í grannalondunum. Fyrr í ár luttók[...]

KonniKass590x3242017

Konni Kass verður við

Ársins nýggja navn spælir á Summar Festivalinum í august Bólkurin Konni Kass, sum er uppkallaður eftir songkvinnuni, sum er í front í bólkinum, er ein av mest lovandi og spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Konni Kass gav í november fyrstu útgávuna út, og á FMA tiltakinum fyrr í[...]

Dynamit590x3242017

Dynamit aftur á Vágsbø

Legendariski Summar Festival-bólkurin Dynamit spælir á Vágsbøi í august. Tað eru nú liðin trý ár, síðani Dynamit seinast spældi á Summar Festivalinum, men í august kann Dynamit aftur upplivast á Vágsbøi, har teir saman við áhoyrarum hava skapt nakrar heilt serligar løtur í føroyskari festivalsøgu. Dynamit er festligur og glaður[...]

Christopher590x3242017

Christopher kemur á Vágsbø

25 ára gamli Christopher er sum skaptur til altjóða tónleikamarknaðin. Hann skrivar framúr sangir, syngur teir fantastiska væl við sínari høgu og tryggu rødd, dugir sera væl at framføra á palli frammanfyri stórum fjøldum, og so hevur hann útsjónd sum eitt modell. Christopher Nissen, sum vaks upp í Kastrup, byrjaði[...]

SamalRavnsfjall17590x324

Sámal og Bára á Summar Festival

Summar Festivalurin kunnger tveir føroyskar solistar afturat. Bára Silvansdóttir og Sámal Ravnsfjall verða við á Summar Festivalinum í august. Unga songkvinnan Bára Silvansdóttir hevur útgivið einstakar sangir og EP-útgávuna Skuggar. Hon hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini og eru veruliga á veg fram. Sangirnir hjá Báru eru persónligir og[...]

GudridHansdottir17590x324

Her eru fyrstu føroysku bólkarnir

Summar Festivalurin kunnger í dag teir fyrstu 5 av umleið 30 føroyskum bólkum, sum skulu hava framførslur á ársins festivali. Fyrstu bólkarnir staðfesta, at Summar Festivalurin aftur í ár fer at hava eina sera fjølbroytta skrá við føroyskum tónleiki. Guðrið Hansdóttir hevur seinastu 10 árini verið millum fremstu og mest[...]

LucasGraham590x324a

Glóðheit poppstjørna leitar á Vágsbø

Bólkurin Lukas Graham telist millum heitastu og størstu poppstjørnur í heiminum í løtuni, og í grundini skuldi tað verið púra óhugsandi, at bólkurin leitaði til Føroya at spæla júst nú. Men tað gera teir. Samstundis sum teir spæla útseldar konsertir í USA, vitja tey kendastu talkshowini, eru tilnevndir til tríggjar[...]

toto590x324a

Nú kemur Toto á Vágsbø

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrsta høvuðsnavnið til festivalin 2017. Amerikanski superbólkurin Toto, sum hevur havt ótejlandi heimshitt síðani 80’ini, spælir á Vágsbøi í august næsta ár. – Toto er ein av yndisbólkunum hjá føroyingum og passar væl til Summar Festivalin. Tónleikaliga eru teir eru á høgum altjóða stigi, teir[...]

toto590x324b

Toto telist millum størstu rockbólkarnar

Toto telist millum stóru rockbólkarnar í amerikansku tónleikasøguni. Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum. Útgávan Toto IV frá 1982 setti veruliga ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum, sum hittaði við sangum sum Rosanna, Africa og[...]

forsola2017590x324

Forsølan er byrjað

Nú kanst tú keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin 2017 fyri lægstaprísin. Forsølan er byrjað í Telebúðum kring landið og her á heimasíðuni. Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august. Í tríggjar dagar fer altjóða og heimligur tónleikur at ljóma av fýra pallum kring festivaløkið. Fyrsti[...]

Nytt2017590x324

Summar Festivalurin verður hesar dagar í 2017

Summar Festivalurin hevur ásett dagarnar fyri festivalin í 2017. Enn ein Summar Festivalur er farin aftur um bak. Tveir og ein hálvur dagur við framúr góðum veðri og stórslignum konsertum, og so eitt meiri vátt kvøld, har broytingar vóru gjørdar, men fólk framvegis vóru í framúr festivalhýri. Nú er greitt,[...]

Hermesikvold590x324

Broyting í skránni

Soleiðis verður skráin fyri restina av leygarkvøldinum. Orsaka av veðri, verða ikki fleiri framførslur á stóra pall á Vágsbøi. Tað regnar inn á pallin, og tí er ikkir áðiligt at hava fleiri konsertir har. Tí verða broytingar gjørdar í skránni. Hermes House Band verður flutt í Tjaldið, har tey spæla[...]

Hermesikvold590x324

Í kvøld verður veitsla við Hermes House Band

Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar Hermes House Band, Kristinu Bærendsen, Marius, Kim Hansen og fleiri Triði dagurin á Summar Festivalurin er byrjaður. Signar í Homrum hevur verið á palli og spælt hugnaliga seinnapartskonsert fyri fleiri túsund vælhýrdum fólkum á Vágsbøi. Ætlanin var, at Signar í Homrum skuldi[...]

Broyting590x324

Ein broyting leygardagin

Summar Festivalurin hevur gjørt eina broyting fyri leygardagin. Summar Festivalurin hevur havt framúr gott veður í tveir dagar, og tað verður eisini gott veður leygardagin. Veðurstovurnar rokna tó við nógvum regni og nakað av vindi eftir midnátt, og tí hevur Summar Festivalurin gjørt eina broyting í skránni fyri leygardagin. Signar[...]

Boyslifesamroda590x324

Brian McFadden – Vit tosa enn um Føroyar

- Eg gloymi ongantíð konsertina í Føroyum, og eg eri sera fegin um at vera aftur her, sigur Brian McFadden, sum spælir á Summar Festivalinum í kvøld. Fyri 11 árum síðani hevði Brian McFadden konsert á Summar Festivalinum. Tað var ein framúr konsert, har McFadden fekk eitt óvanligt samband við[...]

HighasaKiteB590x324

HighasaKite: Føroyingar fáa tað stóra showið

- Vit geva sama show á Summar Festivalinum, sum vit hava givið á teimum stóru europeisku festivalunum, siga tónleikarar í HighasaKite Norski poppbólkurin HighasaKite stormar fram á altjóða pallinum í løtuni, og tey kunnu gerast tað næsta stóra í alheims poppi. Í summar hava tey spælt á stóru festivalunum í[...]

BoyzlifeKomnir590x324

Ein góður festivaldagur fyri framman

Summar Festivalurin bjóðar í dag góðveður, HighasaKite, Boyzlife og góðan føroyskan tónleik Veðurstovurnar rokna aftur í dag við góðveðri, nú Summar Festivalurin heldur fram. Í gjárkvøldið var veðrið gott, og sera nógv fólk vóru á festivali, har Cliff Richard var stóra navnið. Í kvøld ber til at uppliva eitt av[...]

RokkSogan590x324

Føroyska rokksøgan á Summarfestivalinum

Leygardagin 6. august verður framløga í Spaniastovu í Klaksvík í sambandi við, at Føroyska Rokksøgan er komin út í bók. Nú Føroya størsta tónleikatiltak, Summarfestivalurin er, leita tveir av høvundunum sær til Klaksvíkar, og fara at hugleða úr rokksøguni. Á tiltakinum verður, umframt høvi at ogna sær Rokksøguna, framløgur av[...]

CliffVagsbo590x324

Legendariski Cliff vann Vágsbø

Cliff Richard var í stórformi, tá ið hann í kvøld sang fyri føroyingum á Vágsbøi Umsíðir varð tað veruleiki. Cliff Richard hevði konsert í Føroyum. Og tað gjørdist ein legendarisk konsert á Vágsbøi. Cliff Richard telist millum størstu nøvnini í tónleikasøguni, og føroyingar hava havt ein serligan tokka til sympatiska[...]

OliJudy590x324

Tausen-tónleikarar avloysa Lenu vegna forfall

Lena Anderssen hevur givið avboð til Summar Festivalin, og í staðin spæla Tausen-fólk Lena Anderssen skuldi hava fyrstu konsertina á ársins Summar Festivalin, men hon hevur verið noydd at geva avboð vegna sjúku. Í staðin verða tað so Tausen-ættarfólk, ið fara at spæla í Tjaldinum kl. 20:00 í kvøld. Í[...]

SilvalandBallonir590x324

Sleppa 2016 ballónum

Silvaland á Summar Festivalinum bjóðar akitivitetir og undirhald til børnini, og í dag verða 2016 ballónir sleptar í luftina Í dag kl. 14:00 letur stóra Silvalandið á Summar Festivalinum upp. Silvalandið er í samanbygdu ítróttarhallunum í Klaksvík og er fyri børnini og familjurnar. Silvland bjóðar alskyns aktivitetir, undirhald og tónleik.[...]

FestivalTroygir2016590x324

Nýggjar festivaltroyggjur frá Navia

Navia hevur gjørt nýggjar troyggjur til Summar Festivalin Aftur í ár ber til at ogna sær snøggar troyggjur, sum eru gjørdur til Summar Festivalin. Í ár er tað Navia, sum hevur framleitt løttu troyggjurnar, ið fáast bæði til kvinnur og menn. Troyggjan til kvinnur er at fáa í svørtum og[...]

CliffErik590x324

Cliff – Deiligt at vera í Føroyum

- Eg ætli mær at spæla nógvar av mínum bestu sangum fyri føroyingum, sigur Cliff Richard, sum hevur konsert á Summar Festivalinum hóskvøldið. Tað er ein Cliff Richard í toppformi og sera góðum hýri, sum er komin til Føroya í dag. Cliff lendi í privatflogfari í Vágum seinnapartin, og í[...]

Armband2016590x324

Dagsbillettir fáast við inngongdina

Dagsbillettir verða seldar við inngongdina til Summar Festivalin. Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast í forsølu her á heimasíðuni og í Telebúðum. Tá ið festivalurin byrjar hósdagin, ber eisini til at keypa við inngongdina. Tá verða dagsbillettir til allar dagarnar eisini settar til sølu. Dagsbillettir og vikuskiftispass fáast til keyps[...]

CliffRichardKomin590x324

Cliff Richard komin til Føroya

Cliff Richard lendi seinnapartin í Vágum. Hóskvøldið spælir hann konsert á Summar Festivalinum. Í nógv ár hava nógvir føroyingar ynskt sær vitjan av poppstjørnuni Cliff Richard, og nú er tann vitjanin blivin veruleiki. Seinnapartin lendi privatflogfar við Cliff Richard umborð á flogvøllinum í Vágum. Cliff var í góðum hýri, tá[...]

IAMc2016590x324

I AM eru klárir at rocka

Her er ein videoheilsan frá rockbólkinum I AM. I AM er kristin rockbólkur, sum ikki hevur spælt á konsert í næstan 10 ár. Nú gera teir comeback við framførslu á Summar Festivalinum. Úr venjingarhølunum hevur I AM sent hesa heilsan. I AM kann hoyrast á stóra palli á Vágsbøi leygardagin[...]

Mentanarhus2016590x324

Summar Festivalurin stuðlar mentanarhúsi

Avlopið av Summar Festivalinum 2015 er latið nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík. Grunnurin SF Music, sum skipar fyri Summar Festivalinum í Klaksvík, hevði 290.000 krónur í avlopi í fjør. Tað, sum eftir var av avlopinum, tá ið skattur var goldin, er latið verkætlanini at byggja nýtt mentanarhús í Klaksvík. Posthúsið í[...]

JogvanSkorheim590x324

Skorheim: Vælkomin á Summar Festival

Sum kommuna eru vit ómetaliga errin av at leggja gras og grús til stórsta tónleikatiltak í Føroyum, og í ár er onki undantak Hetta vikuskiftið er tað serliga hugaligt at síggja festivalgestir í túsundatali hugna sær til tónleik í heimsflokki, nýta okkara mongu handils- og frítíðartilboð og frammum alt njóta[...]

Pallur2016590x324

Pallur í serflokki

Eingin pallur í Føroyum kann samanberast við stóra pall á Summar Festivalinum. Summar Festivalurin hevur seinnu árini hýst teimum størstu konsertunum her á landi, og til tað krevst pallur og útgerð á altjóða stigi. Nú er vanligt at tosa um stóra pall til tey ymisku tiltøkini í Føroyum, men eingin[...]

Tinitus590x324

Ráðstevna um tinnitus í Spaniastovu

Leygardagin verður ráðstevna um hoyriskaðar Hóast ung fólk dagliga ganga við fartelefonum í lummanum og oyrabúffum í oyrunum og harvið kunnu hoyra tónleik í super góðari góðsku nær sum helst, hvar sum helst og so ofta teimum lystir, so ána vit ikki, hvussu støðan er við hoyrnini, ella hvønn veg[...]

UndirhaldBorn590x324

Nógv undirhald til børnini

Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár undirhald og aktivitetir til børnini, og tað verður gjørt meiri burtur úr enn nakrantíð áður. Silvaland heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum eru samanbygdar, og í hallunum verða aktivitetir av alskyns slagi – eitt nú hoppiborgir, bilbreyt, sansirúm, teknistova, andlitsmáling, toydýr og annað.[...]

Armband2016590x324

Fá tær armband í góðari tíð

Frá týsdegnum ber til at fáa armband til Summar Festivalin. Hósdagin byrjar Summar Festivalurin, men longu frá týsdegnum ber til at fáa armband uppá. Á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Telebúðini í Klaksvík ber til at fáa armband í vanligum upplatingartíðum frá týsdegnum. Á Torginum í SMS[...]

Camping2016590x324

Kampingplássini lata upp mikudagin

Summar Festivalurin hevur fingið nýtt øki til húsvognar Á hvørjum ári fær Summar Festivalurin vitjan av meiri enn 200 húsvognum, og soleiðis er aftur í ár. Ein týðandi broyting er við undanfarin ár, tí stóra campingplássið á Sandinum er ikki tøkt í ár, tí har verður nýbygging av íbúðum gjørd.[...]

Skra2016590x324

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Í tríggjar dagar verða konsertir á trimum pallum á Summar Festivalinum. Her er skráin fyri landsins størsta tónleikatiltak Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 4. til 6. august, og nú er skráin fyri festivalin kunngjørd. Í ár verður tað Lena Anderssen, sum hevur fyrstu konsertina á Summar Festivalinum. Hon spælir[...]

CliffRichardA590x324

Cliff Richard: Síggjast á Summar Festivalinum

Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley. Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi,[...]

JogvanJoensen2016590x324

Jógvan spælir á Torginum

Fuglfirðingurin Jógvan Joensen vann fram sum ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingin í fjør. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini. Síðani hevur[...]

EydunNolsoe2016590x324

Fýra sterkir profilar á Summar Festival

Summar Festivalurin kunnger í dag fýra føroysk nøvn afturat, og talan er um veruligar profilar í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini. Hetta eru sangarar og sangskrivarar, sum samanlagt eiga eina langa røð avsangperlum, sum allir føroyingar – yngri sum eldri – kenna, og sum eru framúr á palli. Kim Hansen,[...]

CliffRichardA590x324

Selja nú dagbillettir til Cliff Richard

Summar Festivalurin setur nú eitt avmarkað tal av dagsbillettum til sølu. Summar Festivalurin nærkast í hvørjum, og áhugin fyri landsins størstatónleikatiltaki er sum vant sera stórur. Í ár hava fyrireikararnir fingið poppikonið Cliff Richard at spæla á festivalinum, og ikki minst er stórur áhugi um hansara framførslu, sum verður hóskvøld[...]

FrojaSarahA590x324

Froja & Sarah á Summar Festival

MGP-luttakarar verða við á Summar Festivalinum Fyrr í ár luttóku Froja & Sarah í MGP barnaprixnum í Danmark. Tær gjørdust nummar 3 við sanginum ”Hvor bliver du af”, ið tær sjálvar hava skrivað. Nú er greitt, at Froja & Sarah verða við á Summar Festivalinum í august, tá ið tær[...]

Kvinnur2016590x324

Innrás av songkvinnum á Summar Festivalin

Songkvinnurnar Døgg, Bára, Rannvá og Elinborg hava framførslur á Summar Festivalinum í august Fýra evnaríkar songkvinnur eru nú komnar afturat skránni fyri Summar Festivalin í ár. Døgg Nónsgjógv, Bára Silvansdóttir, Rannvá Álaberg og Elinborg Pálsdóttir hava allar framførslur á landsins størsta tónleikatiltaki í august. Døgg Nónsgjógv hevur sungið, síðani hon[...]

200590x324

200 fyri fyrstu ferð

200 hava ongantíð spælt á Summar Festivalinum, og teir hava eitt boð upp á, hví so er. Punkbólkurin 200 hevur verið virkin seinastu 20 árini, men bólkurin hevur ongantíð havt framførslu á Summar Festivalinum, hóast teir hava spælt á óteljandi pallum í Føroyum. Nú verður tað broytt, tí 200 eru[...]

KarlMartin2016590x324

Karl Martin: Onkuntíð mást tú snúgva tær

Ein av upprunaligu rockstjørnunum í Føroyar tosar um framførslur, sum skulu lukkast hvørjaferð. Karl Martin Samuelsen er ein legenda í føroyskum rocktónleiki. Sum sangari í Hjarnum gjørdist hann ein av upprunaligu rockstjørnunum íFøroyum, og síðani ungligaárini hevur hann verið virkin í tónleikalívinum. Nú bíðar ein framførsla á landsins størsta tónleikatiltaki[...]

Hjarnar2016590x324

Hjarnar í toppformi til Summar Festival

Legendariski rockbólkurin spælir á ársins Summar Festivali Teir teljast millum slóðbrótararnar í føroyskum rocktónleiki, og teir eru framvegis í sera góðum formi og klárir at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Tað eru liðin fýra áratíggju, síðani Hjarnar byrjaðu at spæla, og hóast teir í tíðarskeiðum hava verið minni virknir, hevur[...]

DannyAndTheVeetosAA590x324

Danny and the Veetos tiknir á bóli

Síggj video, har tónleikararnir í Danny and the Veetos fáa stórt yvirraskilsi Bólkurin Danny and the Veetos telist millum heitastu nøvnini í føroyskum popptónleiki í løtuni. Dugnaligu og evnaríku tónleikararnir hava rættiligva vunnið fram við sanginum Sunnukvøld í mai, og nýggi sangurin All Right gongur í løtuni sigursgongd í føroyska[...]

Boyzlife590x324

Boyzlife við tí besta hjá Westlife og Boyzone

Summar Festivalurin fær spennandi boyband-vitjan úr Írlandi. Teir løgdu heimin fyri sínar føtur við stórseljandi og stórhittandi dreingjabólkunum Westlife og Boyzone. Nú koma Brian McFadden og Keith Duffy á Summar Festivalin við teirra nýggjum bólki Boyzlife, har teir framføra tað besta hjá Westlife og Boyzone. Brian McFadden er gamal kenningur[...]

HighasaKite590x324

Nýggj poppvón kemur á Vágsbø

Stóru europeisku festivalarnir hava sent boð eftir HighasaKite, og nú koma tey eisini á Summar Festivalin. Tey eru nakað av tí mest spennandi í altjóða poppumhvørvinum í løtuni, og veruliga gjøgnumbrotið er á veg. Teirra nýskapandi og hugtakandi popptónleikur hevur fingið vind í seglini, og í heimlandinum Noregi eru tey[...]

HighasaKiteA590x324

Tveir útlendskir bólkar afturat á Vágsbø

Nú leggur Summar Festivalurin tveir útlendskar bólkar afturat skránni, har poppikonið Cliff Richard og veitslubólkurin Hermes House Band longu eru kunngjørd sum tvey av høvuðsnøvnunum. Úr Noregi kemur glóðheiti bólkurin HighasaKite, sum spælir nýskapandi og hugtakandi popptónleik. HighasaKite skal spæla á stóru europeisku festivalunum í summar, og í heyst skulu[...]

PallFinnurPall2016a590x324

Páll Finnur Páll spæla við

Páll Finnur Páll spæla á Summar Festivalinum í august. Páll Finnur Páll hava gjøgnum árini havt nógvar fantastiskar framførslur á Summar Festivalinum, og nú er greitt, at Páll Finnur Páll spæla á landsins størsta tónleikatiltaki í august. – Summar Festivalurin og Páll Finnur Páll hava havt sera gott samstarv gjøgnum[...]

GrandmasBasement2016590x324

Fest og ballada við Grandma’s Basement

- Vit taka okkum ikki ov seriøst, siga tónleikarar í Grandma’s Basement, sum spælir á Summar Festivalinum í august Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum. Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið[...]

SiridIngemarsdottir590x324

Summar Festivalurin nýggjan reportara

Komandi tíðina ber til at síggja nýggj innsløg á YouTube rásini hjá Summar Festivalinum. Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík um góðar seks vikur, og komandi tíðina fer YouTube rásin hjá Summar Festivalinum at hita upp til landsins størsta tónleikatiltak. Nýggjur reportari hjá Summar Festivalinum er Sirið Ingemarsdóttir. Hon fer[...]

KristinaBaerentsen590x324

Kristina Bærendsen á Vágsbø

Contrysongkvinnan verður við á Summar Festivalinum í ár. Hon telist millum landsins bestu songkvinnur, og sum tulkari av country- oggospelsangum er hon framúr. Kristina Bærendsen hevur sum solistur og í bólki saman við øðrum verið ein profilur í føroyskum tónleiki seinnu árini. Kristina hevur sungið nógv saman við countrykonginum Hallur[...]

IAm590x324A

Kristin rockbólkur ger comeback

Kendur rockbólkur ger comeback við framførslu á Summar Festivalinum Kristni rockbólkurin I AM hevur ikki havt almenna framførslu í 10 ár, men nú gera teir comeback við framførslu á Summar Festivalinum. Bólkurin var stovnaður í Klaksvík og hevði fleiri hitt um aldarsskiftið. Teirra melodiøsi – og stundum rockkendi – tónleikur[...]

Punjab590x324

Punjab skal seta lív í tjaldið

Bólkurin við tí fangandi tónleikablandinum spælir á Summar Festivalinum í august. Punjab hevur seinastu árini sett veruligt lív í føroyskan tónleik. Bólkurin spælir alternativan funk-rock við jazzíblástri og er nakað heilt fyri seg á tónleikapallinum í Føroyum. Bólkurin var stovnaður í 2012, og í fjør góvu teir fyrstu útgávuna, The[...]

PallFinnurPall2016590x324

Páll Finnur Páll á Summar Festivalin

Væl umtókti hittbólkurin spælir á ársins Summar Festivali Teir eru argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljastteir millum stóru føroysku hittbólkarnar í nýggjari tíð. Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið fimm útgávur út. Ikki minst tríboksin frá[...]

LenaAndersen590x324C

Lena spælir í tjaldinum

Lena Anderssen vitjar í ár aftur á Summar Festivalinum. Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðani seint í 1990’unum hevur hon sum solistur skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt eina langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og[...]

HermesHouseBand590x324

Heimsins festligasta party orkestur

Festligi veitslubólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Summar Festivalinum. Hermes House Band byrjaði sum ein studentabólkur í Rotterdam í Hollandi, og eftir fleiri ár við festligum framførslum millum lesandi hendi tað púra óvæntaða, at teirra endurinnspæling av sanginum I Will Survive/Lalala gjørdist nummar 1 á fleiri hitlistum í Europa.[...]

LailaAvReyniA590x324

Laila av Reyni á verður við

Songkvinnan og fjøllistakvinnan Laila av Reyni skal framføra á Summar Festivalinum í august. Laila av Reyni gav fyri kortum út sína aðru útgávu, sum kallast Stay. Hetta er ein melankolsk elektropopútgáva, sum er ein ferð gjøgnum tónleik, kenslur og visuellu list. Laila tekur støði í samtíðini og teimum avbjóðingum, sum[...]

PrisurHakkar590x324

Leygarkvøldið hækkar prísurin

Leygarkvøldið 12. mars á midnátt hækkar prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin. Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum og á her á heimasíðuni. Summar Festivalurin 2016 verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

DannyVA590x324

Danny & The Veetos fylgja við

Bólkurin við fólksliga popptónleikinum spælir á Summar Festivalinum. Popputur fólkatónleikur ella fólksligur popptónleikur. Danny & The Veetos hava síðani 2013 verið eitt frískligt lot í føroyskum tónleiki, og teir hava gjørt og innspælt nakrar frálíkar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín. Seinasta hittið hjá Danny & The Veetos er[...]

SignarHomrum2016590x324

Nú skal Signar á stóra pall

Signar í Homrum skal spæla á Vágsbøi í august Signar í Homrum hevur verið fastur gestur á Summar Festivalinum seinnu árini, og hann hevur havt fleiri minniligar framførslur. Signar hevur serliga havt konsertir í stóra tjaldinum, men í fjør var hann á Torginum. Tá savnaðist so nógv fólk frammanfyri lítla[...]

MariusA590x324

Marius Ziska á Summar Festival

Dugnaligi sangskrivarin verður við á ársins Summar Festivali Hans Marius Ziska hevur, síðani hann ungur tannáringur, verið virkin íføroyskum tónleiki. Hann hevur spælt lívligan rock, hann hevur framført vakrar, stillar sangir, og í øllum meldrinum av tónleikasjangrum hevur hann altíð hildið fast um tann góða sangin. Marius Ziska telist millum[...]

CliffRichardA590x324

Cliff Richard spælir á Vágsbøi

Livandi legenda í stórformi kemur á Summar Festivalin í Klaksvík at spæla. Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og[...]

PrisurinHaekkar590x324

Prísurin hækkaður

Sunnukvøldið á midnátt hækkaði prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin 2016. Forsølan til Summar Festivalin 2016 byrjaði við, at 2000 vikuskiftispass vórðu sett til sølu fyri 750 krónur. Hesi vikuskiftispass eru nú øll seld, og sunnukvøldið 10. desember hækkaði prísurin upp í 850 krónu. Hesin prísur verður galdandi fram til[...]

SeldAtgongumerki590x324

300 av teimum bíligastu eftir

Nú verða tey seinastu av teimum bíligastu vikuskiftispassunum seld. Fyri jól vóru 2000 vikuskiftispass til vaksin sett til sølu fyri 750 krónur. Mánadagin vóru 300 av hesum vikuskiftispassum eftir at selja, og tá ið tey eru seld, hækkar prísurin. So vilt tú tryggja tær stóru SF-upplivingina fyri minsta prísin ræður[...]

Solanbyrjar2016590x324

Nú er forsølan byrjað

Fyrstu 2000 vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2016 verða nú seld fyri bert 750 krónur. Tá ið hesi atgongumerki eru seld, hækkar prísurin. Summar Festivalurin 2016 verður hildin dagarnar 4. til 6. august, og nú ber til at tryggja sær pláss á landsins størsta tónleikatiltaki. Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring[...]

SFMixpultur590x324

Hesar dagar verður SF 2016

Summar Festivalurin 2016 verður tann 13. í røðini, og festivalurin verður sum vant hildin í miðbýnum í Klaksvík. Eisini verða ítróttarhallir, tjaldøki, campingøki og ymisk høli brúkt í sambandi við festivalin. Summar Festivalurin 2016 verður hildin frá hósdegnum 4. august til leygardagin 6. august. Hesar dagar eru konsertir á fleiri[...]

Sf2016590x324

Takk fyri í ár – síggjast í 2016

Tólvti Summar Festivalurin er farin aftur um bak, og tað gjørdist enn ein stórsligin og hugnaligur festivalur við framúr góðum framførslum av føroyskum og útlendskum bólkum. Aftur í ár leitaðu sera nógv fólk sær á Summar Festivalin, og fyriskipararnir eru sera takksamir fyri stóru undirtøkuna, sum tiltakið framhaldandi fær. Sum[...]

TryggiTjoldini590x324

Tryggið tjøldini!

Á tjaldplássinum á ovara Vágsbøi standa fleiri tjøld, har eingi fólk eru inni. Í onkrum tjøldum er okkurt smávegis viðføri, meðan onnur tjøld eru meira tómlig. Tey, sum varða av tjaldplássinum, heita á tjaldarar um at tryggja síni tjøld væl ella taka tey niður. Gerast tjøld leys í vindinum, sum[...]

NyggjSkra2015-590x324

Her er nýggja skráin fyri leygardagin

Hesar broytingar eru í skránni fyri Summar Festivalin: Leygardagur 8. august 15.00: Barnakonsert (Badmintonhøllin) 17.30: Blátt Gras (Tjaldið) 18.30: Jákup Eli (Badmintonhøllin) 19.00: Jógvan Joensen (Tjaldið) 20.30: Jórunn Gudmundsen (Badmintonhøllin) 21.00: The Dublin Legends (Tjaldið) 22.15: Quarter To Three (Badmintonhøllin) 23.00: Enekk (Tjaldið) 00.00: Rannvá Álaberg (Badmintonhøllin) 00.45: Týr (Tjaldið)[...]

BroytingISkra590x324

Summar Festivalurin steðgar stóra palli

Hóttandi illveður av ringari ætt ger, at Summar Festivalurin letur stóra pall aftur. Konsertir verða í Tjaldinum og Badmintonhøllini Veðurforsøgnirnar fyri kvøldið eru vánaligar, og í Klaksvík er ættin keðilig og liggur beint inn á stóra pall. Roknað verður við vindi og nógvum regni alt kvøld. Hetta hevur við sær,[...]

RoxetteIKvold590x324

Í kvøld verður tað Roxette

Svenski superbólkurin tekur í kvøld Summar Festivalin við øllum sínumheimshittum. Størsta einstaka konsert, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, verður væntandi á Summar Festivalinum í kvøld. Svenski poppbólkurin Roxette tekur Vágsbø við øllum sínum heimshittum, og spenningurin er sera stórur til framførsluna. Roxette ferðalagið kom til Føroya í øllum góðum[...]

KularRotir2015-590x324

Konsertin har øll børn syngja við!

Tíggju bibbur, Sápurbløðran og Vov Vov. Góður tónleikur og hugtakandi sangir til stór og smá oyru. Kular Røtur fara saman við øðrum syngjandi børnum á pallin í Badmintonhøllini leygardagin klokkan 15. Rói Waag Ólavsson, 3. flokkur í Vágum, Beinir og Rakul Ró og Føroya kendasti barnabólkur, Kular Røtur, eru á[...]

LukasLidugur580x324

Lukas Graham syrgdi fyri fyrsta brakinum

Popparin spældi eina framúr konsert á Vágsbøi Áhugin var stórur, og spenningurin helst enn størri, tá ið Lukas Graham fór á stóra pall á Vágsbøi í kvøld. Stór áhoyrarafjøld var savnað til konsertina, og Lukas Graham hevði sera gott tak á fólkamongdini. Fyrst og fremst vísti Lukas Graham, at hann[...]

Utselt590x324

Vikuskiftispassini útseld

Avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við dyrnar Vikuskiftispassini til Summar Festivalin eru nú útseld. Forsølan hevur gingið so væl, at fleiri vikuskiftispass verða ikki seld. Summar Festivalurin hevur avsett eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til allar tríggjar festivaldagarnar. Hesi dagsatgongumerki verða seld við inngongdina teir einstøku dagarnar. Prísirnir á[...]

LukasGrahamLendur590x324

Lukas Graham spentur til framførsluna

Lukas Graham kom tíðliga í morgun til Føroya, og hann lovar eina rimmar konsert á Vágsbøi í kvøld. Lukas Graham er helst heitasta navnið á okkara leiðum í løtuni, og í kvøld kann bólkurin upplivast á landsins størsta palli. Lukas Graham spælir á Vágsbøi í kvøld kl. 22.00, og í[...]

NuVerdurTad590x324

Nú verður tað!

Lukas Graham spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í kvøld. Í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali. Annika Malunardóttir fær heiðurin at seta hol ársins Summar Festival, og í kvøld verða eisini konsertir við Lukas Graham, Marius, Kristel Lisberg, Byrta og Hanus G. Johansen. Hetta er tólvtu[...]

ChristianKirkjan590x324

Christianskirkjan er opin

Øll trý festivalkvøldini hevur Christianskirkjan opið Í sambandi við Summar Festivalin hevur Christianskirkjan í Klaksvík opið hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Øll trý kvøldini frá kl. 19.00 til 22.00. Høvi verður at koma inn í kirkjuna til kvirru og djúphugsni – og at tendra eitt ljós. Stutt andakt verður hvønn tíma.[...]

Rockhetjur-590x324

Rockhetjur eru til reiðar

Rockhetjur fara at tulka føroysk rockhitt við stórslignari konsert á Vágsbøi Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóðað kendar útlendskar rocklegendur á palli. Í ár verður eitt føroyskt rockshow uttan sín líka sett upp á Vágsbøi. Jens Marni Hansen, Karl Martin Samuelsen og Edmund Jacobsen verða solistar í showinum, har útlendskir[...]

DagsbillettirA590x324

Dagsbilettir við dyrnar

Dagsatgongumerki verða seld við inngongdina til festivalin allar tríggjar dagarnar. Tað gongur undan við vikuskiftispassum til Summar Festivalinum, og líkt er til, at útselt verður til festivalin. Seinastu vikuskiftispassini eru nú til sølu í Telebúðum kring landið. Vikuskiftispass til børn (6-12 ár) verða ikki útseld. Tey kosta 200 krónur í[...]

JogvanSkordheim590x324

Heilsan frá borgarstjóranum

Nú er enn ein Summar Festivalur fyri framman. Stórsligna og spennandi tiltakið mitt í Klaksvíkar býi savnar túsundtals fólk úr øllum landinum – og úr útlandinum – til tríggjar hugaligar dagar við tónleiki, hugna og undirhaldi. Føroyar hava við Summar Festivalinum fingið ein festival, sum kann samanberast við altjóða festivalar,[...]

elsebech590x324

Føroyskur sniðgevi á festival

Føroyska klædnamerkið elsabech, sum hevur virksemi sítt í Malmö, fer at hava bás á Summar Festivalinum Gjørligt verður at keypa, royna og síggja teirra seinastu kollektiónir og smúkkur. Klædnamerki elsabech er feminimt, elegant, við einum tvisti av tí ráa: – Vit sniðgeva klæði til ung sum eldri, okkara málbólkur er[...]

SilvalandA2015-590x324

Soleiðis er Silvalandið opið

Í ár heldur Silvalandið til í Badmintonhøllini og er opið allar tríggjar festivaldagarnar. Opið er soleiðis: Hósdagin: 15.00-19.00 Fríggjadagin: 13.00-19.00 Leygardagin: 13.00-19.00 Í ár er heitið á tiltakinum í Silvalandi ”Spæl og lær og stuttleika tær”. Silvaland verður gjørt til eitt spennandi og stuttligt umhvørvi, har børnini saman við sínum[...]

SjurdurSkaale590x324

Sjúrður í 10 ár: Nógvar stjørnuløtur

Í ár hevur Sjúrður Skaale 10 ára jubileum sum frásøgumaður á stóra palli á Summar Festivalinum. Sjúrður hevur hesi árini trygt leitt og presenterað konsertirnar á Vágsbøi, og hann er fúsur til uppgávuna aftur í ár. – Á stóra palli á Summarfestivalinum verða nógv tær størstu konsertirnar í Føroyum spældar.[...]

SF2015-590x324

Eingin parkering við Sandin ella á Skúlavegi

Tað er ikki loyvt at parkera bilin við Sandin ella á Skúlavegi. Talan er um økini frá Føroya Bjór tilBiskupsstøðgøtu og frá Biskupsstøðgøtu til Ziskagøtu (sí myndina). Fyri at tryggja, at neyðsendiakfør sleppa til á Summar Festivalinum, verða akfør, ið standa ólógliga parkerað, flutt burtur fyri eigarans rokning uttan aðrafráboðan.

GrandmasbasementA590x324

Nú ber til at fáa armband uppá

Summar Festivalurin heitir á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin Øll tey mongu túsund fólkini, ið ætla sær á Summar Festivalin um vikuskiftið, skulu hava armband upp á handliðið. Atgongumerkini, sum eru keypt í forsølu, skulu býtast um við persónligt armband, ið skal brúkast fyri at sleppa[...]

SFBladid2015-590x324

Les Summar Festival blaðið

Her er nýggja blaðið um Summar Festivalin. Í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í landinum í dag, er blað um Summar Festivalin 2015. Í blaðnum er umrøða av øllum bólkunum, ið spæla á ársins Summar Festivali. Eisini er skráin í blaðnum. Trýst her fyri at lesa Summar Festivalblaðið!

DagsBillett590x324

Dagsbilettir við dyrnar

Eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við dyrnar. Nú eru tey seinastu vikuskiftispassini sett til sølu í Telebúðunum kring landið. Vikuskiftispass til vaksin (13 ár og eldri) kosta 1000 kr. í forsølu. Tá ið tey eru seld, verða ikki fleiri vikuskiftispass seld. Avgerð er eisini tikin um at selja[...]

LukasGrahamGron590x324

Tey øvunda Lukas Graham

Lukas Graham sigraði so stórt á Grøn Koncert, at hinir tónleikararnir ivaleyst vórðu grønir av øvund, skrivar ummælari. Lukas Graham hevði nógv ta bestu framførslun á Grøn Koncert í Valby um vikuskiftið. Tað heldur í øllum førum ummælarin á Ekstrablaðnum Thomas Treo. Grøn Koncert er tónleikatiltak, har fleiri av fremstu[...]

RockhetjurE590x324

Rockhetjur venja við sveittabroti

Bólkurin, sum skal tulka føroysk rockhitt, venur dúgliga til framførsluna á Vágsbøi. Tríggir føroyskir rocksangarar úr trimum tíðarskeiðum í føroyskum tónleiki fara at framføra føroyskar rockslagarar á Summar Festivalinum. Rockhetjurnar Karl Martin Samuelsen, Edmund Jacobsen og Jens Marni Hansen verða solistar í framførsluni, har útlendskir tónleikarar spæla undir. Bólkurin, sum[...]

SkraRoxette590x324

Stórsligin skrá

Skráin er nú kunngjørd til landsins størsta tónleikatiltak. Í dag er skráin til Summar Festivalin kunngjørd. Tann tólvti Summar Festivalurin bjóðar kendar útlendskar bólkar og eina langa røð av føroyskum bólkum. Stóra høvuðsnavnið í ár er Roxette úr Svøríki, ið spælir á Vágsbøi fríggjakvøld kl. 22.00. Lukas Graham spælir hóskvøld,[...]

Kamping590x324

Góð tíðindi – Nokk av plássi til campingvognar

Campingøkið á Summar Festivalinum verður næstan eins stórt í ár, sum tað var í fjør. Ivi hevur verið um, hvussu campingøkini á Summar Festivalinum í ár skuldu skipast, og hvussu nógv pláss fór at verða. Orsøkin er, at bygging av nýggjum miðbýi er byrjað á útfyllingini á Sandinum, har stóra[...]

QuarterToThree590x324

Quarter To Three í tjaldinum

Klaksvíksbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki. Bólkurin Quarter To Three spælir lættan popptónleik, har teir eisini blanda aðrar tónleikastílir – eitt nú bossanova – inn í løgini. Fleiri av sangunum hjá teimum hava verið hitt seinastu árini – eitt nú sangirnir Eg Vildi Bara, The Stage, Liv og Lær[...]

Hugva590x324

Armbond á síni nýggju festivalhúgvu

Ung kvinna í Klaksvík hevur bundið nýggja húgvu við armbondum frá Summar Festivalinum sum pynt. Karin M. Simonsen í Klaksvík hevur bundið sær eina heldur øðrvísi húgvu. Hon hevur brúkt armbond frá undanfarnum Summar Festivalunum til at pynta serligu festivalhúgvuna við. Summar Festivalurin hevur verið hildin í Klaksvík síðani 2004,[...]

SamalRavnsfjall590x324

Hanus, Kim og Sámal syngja við

Tríggir profilar í føroyskum tónleiki eru nú til reiðar til Summar Festivalin. Tað verður lagt upp til stórar framførslur og minniligar syngið-við løtur á Torginum á Summar Festivalinum. Í dag kann Summar Festivalurin kunngera, at Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall og Kim Hansen fara at hava framførslur á útipallinum á[...]

ChaseAB590x324

Netsølan steðgar á midnátt mikukvøldið

Netsølan av vikuskiftispassum til Summar Festivalin 2015 steðgar á midnátt mikukvøldið 15. juli. Í løtuni ber til at keypa vikuskiftispass umvegis netsølu her á heimasíðuni og í Telebúðum kring landið, men nú verður bert selt online stutta tíð afturat. Netsølan á heimasíðuni sf.fo steðgar á midnátt mikukvøldið 15. juli. Vikuskiftispass,[...]

AJPeroA590x324

Summar Festivalurin ferðast við Twisted Sister

Upptøka frá Summar Festivalinum í fjør er nú partur av konsertferð hjá Twisted Sister. Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister á Summar Festivalinum. Har høvdu teir eina minniliga framførslu við øllum teirra kendu sangum. Framførslan varð – sum aðrar á Summar Festivalinum – tikin upp við sjónvarpstólum, og tragiskar[...]

HjartaIFestivalinum590x324

Tjalda í hjartanum á festivalinum

Summar Festivalurin bjóðar aftur í ár fólki at tjalda mitt á festivaløkinum Um fýra vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og aftur í ár bjóðar festivalurin fólki at tjalda mitt á festivaløkinum. Ovari Vágsbøur hevur seinastu tvey árini verið hugnalig tjaldbygd, har bæði ung og tilkomin hava gist, og[...]

SignarIHomrum590x324

Signar á Summar Festival

Signar í Homrum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni, og hann verður eisini við á ársins Summar Festivali. Signar hevur havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum, og tað er neyvan ov nógv sagt, at hann hevur sum[...]

HansAndriasJ590x324

Hesi trý spæla eisini við

Summar Festivalurin kunnger trý nøvn afturat til ársins festival. Hans Andrias Jacobsen, Annika Malunardóttir og Jákup Eli Joensen verða við á ársins Summar Festivali í Klaksvík. Tey trý hava á ymsan hátt gjørt vart við seg í føroyskum tónleikalívi og verða við á landsins størsta tónleikatiltaki, sum verður hildið í[...]

Pallur590x324

1000 afturat sleppa á Summar Festival

Summar Festivalurin boðar nú frá, at bert 1000 vikuskiftispass eru eftir at selja. Roknað verður við, at festivalurin verður útseldur í ár. Forsølan til Summar Festivalin í ár hevur gingið óvanliga væl, og nú ein góðan mánað áðrenn tiltakið verður, boðar festivalurin frá, at bert 1000 vikuskiftispass til vaksin eru[...]

LukasGrahamAlbum590x324

Lukas Graham tekur øll á bóli

Í dag er nýggj útgáva komin frá Lukas Graham. Fólk vistu ikki av, at væl umtókti poppsangarin hevði innspælt eina nýggja útgávu, og tí kom tað sum eitt ordan yvirraskilsi, tá ið boðini bórust í morgun. Nýggja útgávan hevur somu kápumynd sum tann fyrsta hjá Lukas Graham, tí verður nú[...]

JogvanB590x324

Jógvan við bólki á Vágsbøi

Fuglfirðingurin Jógvan Joensen var ein bjørt stjørna í donsku X Factor kappingini í ár. Við sannførandi framførslum, framúr musikaliteti og einum tryggum úttrykki vann Jógvan seg allan vegin í finaluna, har hann endaði næstfremstur av øllum teimum hundraðtals fólkunum, ið høvdu bjóðað seg fram í kappingini. Nú er greitt, at[...]

Marius590x324

Marius Ziska verður við

Dugnaligi sangskrivarin og bólkur hansara spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Hans Marius Ziska telist millum dugnaligstu føroysku sangskrivararnar, og tónleikurin hjá honum er høgt í metum bæði heima og burturi. Hans Marius kom fram sum tannáringum í bólkinum Flux, sum luttók í Prix Føroyum. Bæði tá og nú hava frálíku[...]

Rockhetjur590x324

Rockhetjur syngja slagarar

Tríggir føroyskir rocksangarar úr trimum tíðarskeiðum í føroyskum tónleiki fara at framføra føroyskar rockslagarar á Summar Festivalinum. Karl Martin Samuelsen, Edmund Jacobsen og Jens Marni Hansen verða solistar í framførsluni, har útlendskir tónleikarar spæla undir. Karl Martin Samuelsen er ein av veruligu legendunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var á odda[...]

BlattGras590x324

Blátt Gras syngja um kærleika og Jesus

Vágabólkurin við Blue Grass tónleikinum verður við á landsins størsta tónleikatiltaki. Bólkurin Blátt Gras varð stovnaður á vetri í 2012, men tað var í fjør, at føroyingar av álvara komu at kenna tónleikin hjá teimum. Blátt Gras var Nashville í USA og innspældi tónleik, og tá ið fløgan Ávegis kom[...]

Rokkvi590x324

Tungar løtur eru íblástur

Bólkurin [rökkvi] hevur framførslu á Summar Festivalinum. Tónleikur hevur altíð havt nógv at týða fyri [rökkvi]. Hann hevur sungið nógv – bæði í kóri, í bólki og sum einstaklingur. Hann hevur eisini spælt trummur frá tí, at hann var smádrongur. [rökkvi] er sangskrivari og tekstahøvundur og er á odda fyri[...]

Byrta2015b590x324

Byrta við elektropoppi

Elektropoppbólkurin spælir á landsins størsta festvali í august. Seinastu tvey árini hevur poppduoin Byrta verið á frontinum í føroyskum elektrotónleiki. Teirra melodiøsa og popputa tulking av elektrotónleikinum hevur verið eitt støðugt hitt. Sangirnir við føroyskum teksti, fangandi løgum og framfýsnum rútmum og tónliki hava fangað ung sum tilkomin. Janus Rasmussen[...]

Llukasgraham590x324

Lukas Graham á Summar Festival

Glóðheitt poppnavn skal framføra á Vágsbøi í august Bólkurin Lukas Graham hevur tikið stór fet ímóti altjóða stjørnuhimmalinum, og eftir at amerikanska Warner Brothers hevur gjørt sáttmála við bólkin, liggur eitt gjøgnumbrot í USA og lúrir handan hornið. Lukas Graham er danskur bólkur, har danski-írski sangarin Lukas Graham Forchhammer er[...]

RannvaAlaberg590x324

Havi droymt um at fáa kjansin

Songkvinna av Argjum fer at framføra á ársins Summar Festivali. Fyri seks árum síðani avgjørdi Rannvá Álaberg at fylgja tónleikadreyminum, hon hevði. Hon lærdi seg at spæla gittar og fór á Den Rytmiske Højskole í Vig í Danmark. Komin heimaftur fór hon at skriva egnar sangir – yrkingar og løg.[...]

TjaldingarPass590x324

Nú ber til at keypa tjaldpass

Tjaldingin á Summar Festivalinum verður aftur í ár mitt á festivaløkinum Summar Festivalurin kann nú boða frá, at tjaldingin á árins festivali verður aftur mitt á festivaløkinum – á sama staði, sum hon var í fjør. Nýggja tjaldøkið, sum liggur á Akursmørk í miðbýnum í Klaksvík, hevur roynst sera væl,[...]

80ararokkuritjaldinum590x324

80 ára rockur í Tjaldinum

Rockbólkurin Guns4Sale tulkar við lív og sál og sveittabroti klassikan 80 ára rocktónleik. Góður gamal rockur úr 80’unum verður í miðdeplinum, tá ið bólkurin Guns4Sale fer at seta futt í stóra tjaldið á ársins Summar Festivali. Guns4Sale heiðrar og tulkar klassiskan rocktónleik hjá bólkum sum Motley Crue, Van Halen og[...]

RoxettePrettyWoman590x324

25 ár síðani ’It Must Have Been Love’

Í hesum døgum kann stóra kærleikshittið hjá Roxette halda 25 ára jubileum. Sangurin ’It Must Have Been Love’ var innspældur til kærleiksfilm um ein forrætningsmann og eina reyðhærda skøkju. Filmurin ’Pretty Woman’ gjørdist ein av heilt stóru kærleiksfilmunum, sum eru komnir úr Hollywood. Framleiðararnir av filminum vildu hava Roxette at[...]

AJPeroHvilIFrid590x324

Hvíl í friði, A. J. Pero

Í fjørsummar hevði Summar Festivalurin vitjan av amerikanska rockbólkinum Twisted Sister. Teir vóru í Føroyum í fleiri dagar upp undir framførsluna á Vágsbøi, og teir vóru sera hugaligir og hugnaligir gestir at hava. Tað ber til at siga, at Føroyar fingu nýggjar vinir av teirra ferð, tí teir vóru hugtiknir[...]

Swangah590x324

Framfýsnir rapparar spæla við

Í 2011 kom rappbólkurin Swangah sum ein hvirla inn í føroyska tónleikaheimin. Speisku og framfýsnu rappararnir fingu veruligt gjøgnumbrot við sanginum Frá Bygd Til Bý, og síðani hava teir ikki verið til at steðga. Navnið hevur bólkurin fingið úr grannalagnum í Svanga í Havn, har teirra bakgrund er, men við[...]

GrandmasBasementTjaldinum590x324

Festligur kjallarabólkur aftur á festival

Grandma’s Basement verður við á Summar Festivalinum í august. Seinnu árini hava konsertirnar við Grandma’s Basement verið nakað av tí lívligasta og festligasta, sum gestirnir á Summar Festivalinum hava kunnað upplivað. Teir syngja um at renna nakin, um at lúra og um ongantíð at fáa nokk. Og tá ið teir[...]

KristelTjaldinum590x324

Kristel Lisberg í Tjaldinum

Kristel Lisberg telist millum tær evnaríku føroysku songkvinnurnar, og hon er í uppskoti sum ársins songkvinna, tá ið føroysku tónleikaheiðurslønirnar verða lætnar. Kristel Lisberg hevur verið virkin sangari, síðani hon var ung genta, og evnini at syngja og tulka sangir hava verið og eru framvegis eyðsýnd. Seinastu árini hevur Kristel[...]

Enekk590x324

Slóðbrótandi fólkatónleikur

Upprunaliga manningin í Enekk savnast til framførslu á Summar Festivalinum í august Tað var greitt frá fyrstu tónunum, sum fólk hoyrdu frá bólkinum í 1991, at Enekk var nakað heilt serligt. Bólkurin skapti við grundarlagi í fólkatónleikinum sítt heilt egna ljóð og úttryk. Við Kára Sverrisson sum eyðkendum sangara og[...]

TheDublinLegends590x324

THE DUBLIN LEGENDS

Molly Malone, Dirty Old Town, The Wild Rover, Whiskey In The Jar og The Rare Auld Times. Írsku fólkasangirnir eru heimskendir, og ikki minst hevur bólkurin The Dubliners verið við til at spreiða sangirnar út um heimin. Eftir at The Dubliners, sum vóru virknir í 50 ár, góvust av spæla[...]

FraendurSpaela590x324

Frændur spæla á Vágsbøi

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð spælir á Summar Festivalinum í august Eingin føroyskur tónleikabólkur hevur í sama mun sum Frændur megnað at savna fólkið um sínar sangir. Síðani Frændur kom við fyrstu plátuni í 1984, hava teir latið føroyingum eina slíka perlurekkju av sangum, sum eingin annar bólkur hevur[...]

Tyr590x324

Kvæðarockur á Vágsbø

Fremsti føroyski rockbólkurin verður við, tá ið Summar Festvalurin verður hildin í august. Tað eru liðin næstan 15 ár, síðani Týr fekk gjøgnumbrot í føroyskum tónleiki við Prix Føroyar luttøkuni og teirra útseting av Orminum Langa. Síðani hevur Týr verið fremsta føroyska rocknavnið við sínum buldrandi kvæðarocki og altjóða framførslum[...]

PrisurinHaekkar590x324

Prísurin hækkar á midnátt mánakvøldið

Mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin á vikuskiftispassum. Í farnu viku byrjaði forsølan til Summar Festivalin 2015. Í fyrstu syftu vórðu 1500 atgongumerki sett til sølu fyri lægsta prísin, sum er 750 krónur. Nú eru hesi atgongumerki við at verða seld, og Summar Festivalurin boðar nú frá, at mánakvøldið á midnátt[...]

Folk590x324

1000 atgongumerki seld beinanvegin

Føroyingar hava tikið sera væl ímóti høvuðsnavninum á Summar Festivalinum. Seinnapartin mikudagin kunngjørdi Summar Festivalurin, at Roxette verður høvuðsnavn á festivalinum næsta summar. Samstundis byrjaði forsølan til festivalin. Fólk hava tikið sera væl ímóti hesi kunngerð, og fyrstu tveir dagarnar eru fleiri enn 1000 vikuskiftispass seld í forsølu. Fyrstu vikuskiftispassini[...]

RoxetteB590x324

Roxette á Summar Festivalin

Svenska heimsnavnið við stóru hittunum spælir á Vágsbøi næsta summar It Must Have Been Love. The Look. Listen To Your Heart. Sleeping In My Car.Dangerous. Spending My Time. Joyride. Listin við kendum sangum hjá svenska bólkinum Roxette er langur. 31 hitsinglur um allan heim, fleiri nummar 1 hitt í USA,[...]

RoxetteA590x324

Størsta bóking hjá SF nakrantíð

Bókingin av Roxette er tann størsta og mest krevjandi hjá Summar Festivalinum nakrantíð Summar Festivalurin hevur síðani 2004 havt nógvar spennandi gestir á vitjan, og teirra millum hava eisini verið stór altjóða nøvn við krevjandi krøvum um ferðing, uppihald, tøkni og annað. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Westlife, Scorpions, Ronan[...]

Abba590x324

Bert ABBA hevur selt meira enn Roxette

Roxette er eftir ABBA mest seljandi norðurlendska tónleikanavnið í søguni. Tá ið Summar Festivalurin í dag kunnger, at Roxette spælir á festivalinum næsta summar, verður tað næstmest seljandi norðurlendska tónleikanavnið í søguni, ið kemur til Klaksvíkar at framføra. Tá ið tað kemur til sølu av norðurlendskum tónleiki er ABBA í[...]

Folk590x324

Soleiðis fært tú vikuskiftispass fyri lægsta prísin

Nú forsølan til Summar Festivalin byrjar, verða fyrstu vikuskiftispassini seld fyri serligan prís – men nøgdin er avmarkað! Eftir at Summar Festivalurin hevur kunngjørt høvuðsnavnið til festivalin næsta ár, byrjar forsølan av atgongumerkjum til festivalin. Fyrstu atgongumerkini verða seld fyri 750 krónur, men nøgdin er avmarkað. Bert 1500 vikuskiftispass verða[...]

Pallur590x324

Í dag verður høvuðsnavnið avdúkað

Í dag ljóðar startskotið til Summar Festivalin 2015, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august. Forsølan til Summar Festivalin byrjar seinnapartin í dag í sambandi við, at Summar Festivalurin kunnger høvuðsnavnið til festivalin næsta ár. Avdúkingin av høvuðsnavninum verður í sending á Rás2 kl. 15.00 í dag.[...]

SONY DSC

Vit síggjast í 2015!

Summar Festivalurin 2015 verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august! Enn ein frálíkur Summar Festivalur við nógvum gestum er farin aftur um, og meðan vit njóta upplivingarnar um vikuskiftið kunnu vit staðfesta, at Summar Festivalurin verður hildin aftur næsta ár. Næsti Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 6.,[...]

SONY DSC

Joe Lynn Turner á Gamla Seglhúsinum

Sunnukvøldið kl. 20.00 verður eitt serligt kvøld við rocksangaranum Joe Lynn Turner á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Joe Lynn Turner hevur havt eina drúgva yrkisleið sum rocksangari á altjóða tónleikapallinum. Hann hevur verið sangari í bólkum sum Rainbow og Deep Purple, og hann hevur eisini havt nógv onnur samstørv –[...]

SONY DSC

Framúr festivalur farin framvið

11. Summar Festivalurin er nú farin aftur um, og aftur hesaferð var talan um ein serstakliga góðan festival við framúr tónleiki á palli og nógvum væl hýrdum gestum á gøtum, tjaldi, torgi og bøi. Stóru konsertirnar á Vágsbøi eru nakað heilt serstak, tí onga aðrastaðni í landinum er uppsetingin og[...]

joe-co-0001

Rockhetjurnar eru klárar til Vágsbø

Joe Lynn Turner og Eric Martin fara at framføra eina perlurekkju av rockhittum á Vágsbøi í kvøld. Joe Lynn Turner hevur gjøgnum eitt langt tónleikalív spælt við nøkrum av mætastu rockbólkunum í søguni. Serliga kendur er hann sum sangari í Rainbow, men eitt skifti var hann eisini við í Deep[...]

Basim590x324

Basim fegin um at vera aftur í Klaksvík

Basim hevur dagsins fyrstu konsert á Vágsbøi, og hann er sera fegin um at verða aftur í Føroyum og framføra Basim var á Summar Festivalinum í 2008, eftir at hann varð blivin kendur umvegis X Factor sangkappingina. Eygagóði og dugnaligi sangarin hevur síðani etablerað seg sum tónleikari, og í ár[...]

EYJ_5022-0001

Hetta bjóðar seinasti festivalsdagurin

Drúgvi dagurin á Summar Festivalurin bjóðar eitt nú Rock Icons, Anne Linnet og Hallelulja-Sofus. Í dag verður triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum, sum hevur savnað túsundtals fólk seinastu tveir dagarnar til konsertir við eitt nú Twisted Sister, Burhan G og Dynamit. Í dag verða 15 konsertir á teimum[...]

Burhan-2014-0001

Burhan G: Eg havi tikið allar teir góðu sangirnar við

- Eg lovi, at tit fáa eina fantastiska konsert við øllum mínum bestu sangum, sigur Burhan G áðrenn framførsluna á Summar Festivalinum í kvøld. Burhan G er sangari í heimsflokki, og seinastu árini hevur hann hittað ferð eftir ferð. Nú er hann komin til Føroya at hava sína fyrstu framførslu.[...]

niclas-heri-0001

Skrivaði tað størsta hittið í 9. flokki

Niclas Heri Jákupsson skrivaði eitt tað størsta popphittið í Føroyum, meðan hann gekk í 9. flokki. Í kvøld spælir Dynamit aftur á stóra palli á Summar Festivalinum, og er tað nakar føroyskur bólkur, ið hevur megnað at skapt stórar løtur á Vágsbøi, er tað Dynamit. – Vit eru ótrúliga uppsettir[...]

niclas-sf-12-0001

Í kvøld taka Burhan G og Dynamit stafettina

Summar Festivalurin bjóðar í kvøld útlendskan popp, føroyskt rock ’n’ roll og annað. Fyrsti Summar Festival dagurin er farin aftur um í øllum góðum. Sera nógv fólk var á festivali í gjárkvøldið, tá ið Twisted Sister var høvuðsnavn, og roknað verður við, at fólk leggjast afturat í kvøld og annaðkvøld.[...]

Summar Festivalur 2014Thursday 07-08-2014Twisted Sister

Twisted Sister: Takk Føroyar!

- Vit høvdu eina fantastiska uppliving í Føroyum og takka fyri ótrúligu móttøkuna, vit fingu, sigur Twisted Sister í eini heilsan. Í gjárkvøldið spældi amerikanski rockbólkurin Twisted Sister á Vágsbøi. Bólkurin var í stórformi, og konsertin var stórfingin. Twisted Sister hevur sent føroyingum eina heilsan, eftir at bólkurin hevur hildið[...]

fraSAGNIR-0001

Sagnir og Silvi í Silvalandi

Á Silvalandinum er nógv gjørt burturúr, og serligur hugnaligur søgukrókur er gjørdur, ið er myndprýddur við evnunum frá sagnunum um Kópakonuna og Páll Fanga. Kl. 20.00 í kvøld verður søgukrókurin aftur karmur um spennandi frásangirnar. Annars er skráin fyri Silvalandið, fríggjadagin 8. august, hendan: Kl. 16.00 Silvalandið letur upp við[...]

EYJ_7462-0001

Áheitan: Fáið armbond upp í góðari tíð

Summar Festivalurin roknar við sera nógvum fólki í kvøld og heitir á fólk um at fáa armband uppá í góðari tíð. Í kvøld byrjar Summar Festivalurin av álvara, og kl. 22.30 fer amerikanska høvuðsnavnið Twisted Sister á pallin. – Vit rokna við, at konsertin í kvøld kann blíva tann størsta[...]

SONY DSC

Summarrøddin 2014 skal finnast á festivalinum

Aftur í ár fáa gentur og dreingir í aldrinum millum 7 og 13 ár høvi til at royna seg á palli sum songstjørna á Summar Festivalinum. Aftur í ár verður skipað fyri kappingini Summarrøddin á Summar Festivalinum. Øll børn, ið hava hug at verða við í kappingini, kunnu tekna seg[...]

EYJ_4453-0001

Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak

Twisted Sister er høvuðsnavn á fyrsta festivaldegnum, sum eisini bjóðar Byrta, Marius og fleiri. Í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta framførslan á Summar Festivalinum, og fyrsti festivaldagurin bjóðar konsertir til klokkan tvey í nátt. Veðurstovurnar siga frá góðum veðri í dag og í kvøld. Petur Skeel Jacobsen, sum er veðurmaður[...]

EYJ_3858-0001

Silvaland – frístaður fyri børnini

Eins og undanfarin ár ger Summar Festivalurin nógv burtur úr, at eisini smæstu gestirnir fáa góðar upplivingar. Silvalandið heldur aftur í ár til í báður ítróttarhallunum í Klaksvík, og nógv verður gjørt burtur úr at skapa ein frístað til børnini at spæla og hugna sær í. Bæði KÍ høllin og[...]

jayjay-0001

Vit spæla alt tað sum fólk vilja hoyra

- Vit spæla allar okkara bestu og kendastu sangir soleiðis, sum fólk vilja hoyra teir, sigur Jay Jay French, gittarspælari í Twisted Sister. Hóskvøldið verður ársins rockkonsert – og kanska størsta rockkonsert í Føroyum nakrantíð – tá ið Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum. Amerikanski bólkurin, sum verður róstur til[...]

jogvan skorheim-0001

Njótið góðu løturnar á festivalinum

Eitt hugaligt og hugnaligt vikuskiftið stendur fyri framman, sigur borgarstjórin í Klaksvík, nú býurin bjóðar gestum vælkomnum á Summar Festivalin Hósdagin byrjar ársins Summar Festivalur, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, bjóðar fólki vælkomnum at halda festival í Klaksvík – Seinastu 10 árini hevur stóra tónleikatiltakið verið ein afturvendandi partur[...]

hvonn590x324

Hvonn nýggja matstovu á SF

Á ársins Summar Festivali kunnu gestirnir vitja eina nýggja matstovu, sum fer at halda til í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu. Hvonn letur upp nýggja matstovu á Summar Festivalinum, og matarlepin bjóðar millum annað oksasteik, spareribs og marineraða svínaskinku. Matstovan heldur til í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu, sum er partur av festivaliøkinum. Fólk[...]

hans-andrias-0001

Hans Andrias við fullari ferð

Hann byrjaði sum fjúrtan ára gamal at spæla gittar. Tá ið hann var nítjan, tók hann avgerðina um, at hann skuldi gerast veruligur tónleikari. Nú er hann 24 ár, ein spildurnýggj fløga er á veg, og hann verður umbiðin kring alt landið. Hóskvøldið spælir hann á Summar Festivalinum. Hans Andrias[...]

terry-saga-0001

Terry’sa Saga í Atlantis

Eventmálaráðið hevur í summar bjóðað eitt nýtt event. Talan er um ein klovnaleik. Leikurin eitur SAGA, klóvnurin eitur Terry og evnið er Føroyingasøga. Hvat hendur um ein klóvnur fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Vit hava biðið Terry leggja tingini á borðið og guida okkum ígjøgnum okkara egnu søgu.[...]

SFBaldid590x324

Her kanst tú lesa Summar Festival blaðið

Mánadagin kom almenna Summar Festivalblaðið út saman við Vikublaðnum, ið var borið í hvørt hús í landinum. Men nú er eisini møguleiki at lesa eina talgilta útgávu av Summar Festivalblaðnum við at trýsta her SF-blad2014_web sum PDF

Eddie-Ojede-fod-0001

Twisted Sister helt føðingardag í Klaksvík

Gittarspælarin Eddie Ojeda helt føðingardagin hjá sær í Klaksvík í kvøld. Eddie Ojede er annar gittarspælarin í rockbólkinum Twisted Sister. Hann er úr New York og býr eisini í stórbýnum. Í dag fylti hann ár, og dagin helt hann við útferð í Føroyum. Í kvøld tóku tónleikararnir í Twisted Sister[...]

SONY DSC

Twisted Sister flúgvandi í Norðoyggjum

Tónleikararnir í Twisted Sister hava í dag verið norðan fyri og hugt seg um. Teir vitjaðu smoltstøð, alibrúk, fiskavirki, bryggjarí, og so vóru teir eisini ein tyrlutúr við tyrluni hjá Atlantsflogi. Tónleikarar og hjálparfólk fóru á flog úr Klaksvík, sveimaðu yvir býnum og vóru eisini norðanfyri og sóu Føroyar úr[...]

twisted-alibruk-0001

Twisted Sister sum vit ikki hava sæð teir áður

Vanliga síggja teir út, sum rættir rocktónleikarar eiga at gera, men í dag var øðrvísi. Tónleikarar í Twisted Sister og teirra hjálparfólk hava í dag verið upp á fartin norðanfyri. Teir vitjaðu í morgun á smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellnum, og seinnu hugdu teir eftir alibrúkinum í Oyndarfirði. Har[...]

twisted-marine-harvest-0001

Twisted Sister á Hellunum

Í dag vitjar Twisted Sister smoltstøð, alibrúk og fiskavirki norðanfyri. Síðani sunnudagin hava tónleikarar í Twisted Sister og hjálparfólk hjá teimum verið í Føroyum. Eftir konsert í Wien leygardagin flugu tey beint til Føroya, her Twisted Sister spælir hóskvøldið. Seinastu dagarnar hava teir í Twisted Sister tikið sær av løttum[...]

ingibjorg

Ingibjørg & Rani bróta innsiglið

Ingibjørg Hansen úr Mikladali og Rani Nolsøe úr Klaksvík spæla fyrstu konsertina á ársins Summar Festivali. Fyri júst 10 árum síðani vann Ingibjørg Hansen sangkappingina Barnaprixið. Síðani hevur hon javnan havt framførslur, og hon lovar eina litríka konsert á Summar Festivalinum. Tað var í sambandi við Barnaprixið, at hon eisini[...]

HallelujaSofus590x324

Tað verður ein góð konsert líkamikið hvat

Halleluja Sofus lovar eina góða framførslu á Summar Festivalinum 2014. Hann skal spæla í Ver-tjaldinum, og hann lovar okkurt yvirraskilsi. Tað er ein maður við góðum sjálvsáliti, ið kemur at vitja Summar Festivalin. – Eg eri sera spentur til Summar Festivalin og gleði meg at sleppa at uppliva størsta festivalin[...]

Eivør Pálsdóttir

Upp á tíðina at eg spæli á Summar Festivalinum

Eivør Pálsdóttir er kend á føroyska tónleikapallinum, men enn hevur hon fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum til góðar. Eivør Pálsdóttir skal fyri fyrstu ferð trína á pall á Summar Festivalinum leygarkvøldið klokkan 19.15. – Nú er upp á tíðina, at eg spæli á Summar Festivalinum, sigur ein spent Eivør. Eivør[...]

Armband

Her fáast armbond

Fyri at sleppa inn á festivaløkið á Summar Festivalinum skulu fólk hava armband á handliðnum. Atgongumerki, sum eru keypt ella verða keypt, skulu býtast um við armband, og armbond fáast á ávísum støðum upp undir festivalin. Fólk, sum skulu hava armband uppá, skulu sjálvi møta á staðnum og fáa armbandið[...]

NielsUniA590x324

Eg gleði meg sum eitt barn til Twisted Sister

Niels Uni Dam, tónleikari og tónleikaummælari, gleðir seg sum eitt barn til konsertina við Twisted Sister á Summar Festivalinum Niels Uni Dam er ein av stóru føroysku fjepparunum hjá Twisted Sister, og hesa vikuna skal hann spæla á sama festivali sum amerikansku rockhetjurnar. Niels Uni skal nevniliga sjálvur á pall[...]

AJPero590x324

Workshop við Twisted Sister

Mikukvøldið hava tónleikarar úr amerikanska rockbólkinum Twisted Sister workshop í Atlantis í Klaksvík. Rockbólkurin Twisted Sister spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið. Tónleikarar úr bólkinum eru longu komnir til Føroya, og mikukvøldið hava tveir av tónleikarunum eina kombineraða gittar og trummu workshop í Atlantis í Klaksvík. Eddie Ojede, sum spælir gittar,[...]

TwistedSisterLendir590x324

Twisted Sister komnir til landið

Seinnapartin lendi amerikanski rockbólkurin Twisted Sister í Vágunum. Hóskvøldið spæla teir á Summar Festivalinum. Twisted Sister spældu í gjárkvøldið konsert í Wien og ætla sær nú at uppliva Føroyar í nakrar dagar, áðrenn teir skulu spæla á Vágsbøi hóskvøldið. – Í hesum døgum, har flogferðslan hevur verið óreglulig, er tað[...]

Camping590x324

Campingplássið letur upp mánadagin

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at gera stóra campingøkið klárt til gestirnar á Summar Festivalinum. Og gongur sum ætlað, letur campingplássið upp mánadagin kl. 13.00. Í ár er eitt campingøkið afturat tikið í brúk, so at enn fleiri húsvognar kunnu koma á festival. Hetta økið liggur beint við svimjihøllina[...]

tjald590x324

5 dagar: Festivaløkið tekur nú skap

Tað eru sera nógvar fyrireikingar til ein stóran festival sum Summar Festivalin. Fyrireikingarnar byrja longu, tá ið ein Summar Festivalur er av. Men nú síggjast tær ítøkiligu fyrireikingarnar á festivaløkinum. Í góðveðrinum í dag settu spælarar á besta liðnum hjá KÍ stóra tjaldið upp. KÍ-formaðurin, stjórin og venjarin gingu á[...]

Appin590x324

Summar Festivalurin nýggja app

Appin hjá Summar Festivalinum er dagførd og betrað. Um eina viku verður 11. Summar Festivalurin hildin, og í tí sambandi hevur Summar Festivalurin gjørt nýggja app til fartelefonina. Appin kann takast niður á fartelefonina umvegis App Store ella Google Play. Á appini ber til at lesa seinastu tíðindini um Summar[...]

Skrain590x324

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Nú er greitt, nær Twisted Sister, Burhan G og øll hini spæla á Summar Festivalinum. Í døgunum frá 7. til 9. august verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Aftur í ár verður tónleikur á trimum útipallum. Afturat tí kemur eisini tónleikur og undirhald í Silvalandi og tjaldingarøkinum. Stóra navnið á[...]

KarlMartinB590x324

Karl Martin fer at rocka tjaldið

Karl Martin Samuelsen er ein av undangongumonnunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var og er sangari í rockbólkinum Hjarnar, sum hava fleiri útgávur á baki og hava gjørt nøkur av stóru føroysku rockhittunum – ikki minst balladuna Breaking My Heart og rocksangin Alla Nátt. Karl Martin hevur eisini verið partur av[...]

SONY DSC

Døgg og Finnur fara at spæla á Torginum

Um slakar tríggjar vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og tveir sangarar, sum nú eru komnir á skránna, eru Døgg Nónsgjógv og Finnur Koba. 18 ára gamla Døgg Nónsgjógv gav í 2013 tveir sangir út umvegis iTunes, og tað vóru tvey plettskot. Sangirnir ”Tú tók mína hond” og ”Tú[...]

Evi590x324

Evi syngur country

Evi Tausen er blivin alt meira etablerað innan føroyska tónleikaheimin, hóast hon ikki hevur so drúgva tónleikaslóð aftanfyri seg sum mong onnur. Síðani hon fyri skjótt fýra árum síðani hevði sína fyrstu framførslu, hevur hon givið fløgur út, eins og hon hevur ferðast til fleiri av heilt stóru country-tiltøkunum í[...]

ByrtaB590x324

- Vit gleða okkum at spæla á Føroya størsta palli

Elektropoppbólkurin Byrta hevur verið ein tann best umtókti og best seljandi tónleikabólkurin í Føroyum seinasta árið, og tí er upplagt, at tey í august spæla á Føroya størsta palli – á Summar Festivalinum. – Vit gleða okkum sera nógv til at sleppa at uppliva Føroya størsta pall, sigur Guðrið Hansdóttir,[...]

Marius590x324

Marius verður við í Klaksvík

Hans Marius Ziska fekk sítt tónleikaliga gjøgnumbrot við rockbólkinum Flux, sum gjørdi um seg í Prix Føroyar tónleikakappingini um aldarskiftið. Popputi rockbólkurin var væl umtóktur og hittaði nakrar ferðir við sínum sangum. Síðani er nógv vatn runnið í ánni, men oddamaðurin í Flux er framvegis á tónleikaliga frontinum. Nú hevur[...]

VestmennB590x324

Vestmenn: Vit spæla allar landaplágurnar

– Ætlanin er at spæla allar landaplágurnar til eina felags løtu á Summar Festivalinum, sigur Martin Joensen, sum er ein av oddamonnunum í Vestmonnum Í september mánaði eru 30 ár, síðani Vestmenn sóu dagsins ljós. Tað eru samstundis 30 ár liðin, síðani plátan hjá teimum, Brot, kom út. Ró, Eg[...]

JensMarni590x324

Jens Marni á Summar Festival

Ein av trúgvu vinunum hjá Summar Festivalinum verður við aftur í ár Hann hevur eina ta bestu rockrøddina í Føroyum og dugir framúr væl at framføra – líkamikið um tað er til stórar festivalar ella smáar konsertir. Jens Marni Hansen, sum Bon Jovi í fjør sendi boð eftir til konsert[...]

HallelujaSofus590x324

Halleluja-Sofus eisini á Summar Festival

Røddin er eldri og sterkari og til reiðar at framføra á landsins størsta festivali Tá ið Summar Festivalurin ringdi til Halleluja-Sofus fyri at fáa hann at spæla á ársins festivali, lá hann undir einum bili og neyðhelt einum útstoyti. Men hugaður var hann at koma á festivalin at spæla, og[...]

GrandmasBasementB590x324

Kjallararockurin skal seta lív í tjaldið

Grandma’s Basement eru til reiðar at spæla á ársins Summar Festivali Teir syngja um at renna nakin, um at lúra og um ongantíð at fáa nokk. Teir megna við sínum festligu framførslum at fáa lív í áhoyrarafjøldina, og nú eru teir farnir at fyrireika seg til at fáa futt í[...]

McHar590x324

MC Hár á Summar Festival

Fyri fyrstu ferð fær festivalurin í Klaksvík vitjan av rappbólkinum úr Havn Fyri 23 árum síðani var rapprockbólkurin MC Hár stovnaður. Unglingar í høvuðsstaðnum tóku stig til bólkin, sum seinni kom at gera vart við seg bæði á palli og við útgávum. Hesi árini síðani hava úti við 80 tónleikarar[...]

SONY DSC

Prísurin hækkar fríggjakvøldið

Keyp atgongumerki nú – og spar pengar! Fleiri túsund fólk hava longu ognað sær atgongumerki til Summar Festivalin 2014, og roknað verður við sera stórari mannfjøld á festivalinum í ár. Men øll hava ikki keypt atgongumerki enn, og ert tú ein av teimum, er tað eitt gott hugskot at keypa[...]

Basim590x324

Basim á Summar Festival

Basim er nógv meira enn ein klisjé kærleikssangur. Basim er føddur og uppvaksin í Danmark, men hevur marrokanska bakgrund. Evnini at syngja og spæla tónleik komu tíðliga til sjóndar, og tá ið Basim sum 15 ára gamal luttók í X Factor, gjørdist hann ein av størstu profilunum, sum hevur verið[...]

EricMartin590x324

Legendur syngja rockperlur

Ein av stóru konsertunum á Summar Festivalinum í fjør var konsertin við rocklegendunum úr USA. Aftur í ár koma rocksangarar úr USA til Føroya at framføra á landsins størsta festivali. Joe Lynn Turner, sum hevði eina av bestu framførslunum á Summar Festivalinum í fjør, verður við aftur á festivalinum í[...]

Chase590x324

ROCK ‘N ROLL FRÁ CHASE

Teir vóru føroyska svarið upp á Def Leppard, Bon Jovi og Motley Crue. Spældu svingandi og melodiøsan rock. Hittaðu við fleiri sjálvskrivaðum rocksangum. Og dugdu framúr væl at spæla og framføra á palli. Tað eru nú liðin 25 ár, síðani rockbólkurin Chase spældi sínar fyrstu tónar, og í ár ætla[...]

HansAndrias590x324

Hans Andrias er við aftur

Hans Andrias Jacobsen varð í 2012 kosin Ársins nýggja navn á Planet Awards, og bæði áðrenn og eftir tað hevur hann verið sjónligur í føroyska tónleikalandslagnum. Hans Andrias, sum eisini er partur av manningini í bólkinum Grandma’s Basement, kom fram sum solistur, tá ið hann gav sangin Don’t Want To[...]

SignarIHomrum590x324

Á, Signar í Homrum

- Móttøkan á Summar Festivalinum í fjør kom óvart á okkum, sigur Signar í Homrum, sum spælir á festivalinum aftur í ár Ein av teimum heilt stóru konsertunum, sum nakrantíð hava verið á Summar Festivalinum, var framførslan hjá Signari í Homrum og hansara monnum í Flagstjaldinum í fjør. Á onkran[...]

AnneLinnet590x324

Anne Linnet á Vágsbø

Anne Linnet hevur í fleiri áratíggju verið ein profilur í donskum tónleiki, og hon er framvegis viðkomandi og vælumtókt. Orsøkin er sjálvandi, at hon gjøgnum árini hevur skrivað og sungið sangir, sum fólk av álvara hava tikið til sín. Millum teir kendastu sangirnar hjá Anne Linnet eru Forårsdag, Tusind Stykker,[...]

Vestmenn590x324

Vestmenn á Vágsbøi

Vestmenn er ein av størstu bólkunum í føroysku tónleikasøguni. Teirra útgávur vóru stórseljarar, og eftir bólkin liggur ein long røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn hjá føroyingum. Sangir sum Eg siti so eiga, Ró, Tað gongur nokk, Leygarkvøld í Havn og fleiri eru verulig hitt okkara millum. Bakgrundin hjá[...]

Dynamit590x324

Dynamit ger tað aftur

Tað eru  nógvar meiningar um tónleikin hjá Dynamit. Tað er eisini ósemja um, hvørt teirra framførslur eru góðar ella ikki. Men tað kann eingin diskusión vera um, at Dynamit er tann bólkurin, sum fram um teir flestu hevur fingið lív í stóru áhoyrarafjøldirnar á Vágsbøi Og nú er tað greitt,[...]

BurhanG590x324

Burhan G verður við

Hann er av kurdiskum uppruna, men hann er uppvaksin í Danmark, og síðani 2004 hevur hann verið ein av størstu poppstjørnunum á danska tónleikapallinum. Burhan G hevur sungið og framleitt sangir, sum hava verið á tónatindunum, og hann hevur samstarvað um gylt hitt við eitt nú Nik & Jay og[...]

Eivor590x324

Eivør fyri fyrstu ferð

Í summar verður 11. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og fyri fyrstu ferð verður føroyska tónleikadrotningin Eivør Pálsdóttir eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á festivalinum. Tað hevur áður verið upp á tal, at Eivør skuldi syngja á Vágsbøi, og nú hevur tað umsíðir lukkast pørtunum at finna saman – og tað[...]

LenaAnderssen590x324

LENA SPÆLIR Á VÁGSBØI

Seinnu árini hevur Lena Andersen verið ein av mest virknu tónleikarunum í Føroyum. Hon hevur skrivað tónleik, givið út og spælt víðhvar – bæði her heima og í útlondum. Eisini hevur Lena vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik og verður roknað sum ein av landsins bestu artistum. Nú fer Lena[...]

Byrta590x324

Byrta á Vágsbøi

Helst størsta føroyska tónleikanavnið í fjør var elektropoppbólkurin Byrta, har Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen eru oddafólk. Teirra melodiøsi elektrotónleikur fangaði av álvara oyruni hjá føroyingum í fjør, og fleiri sangir av útgávuni hjá Byrta vórðu tráspældir á føroysku útvarpsrásunum. Byrta hevur eisini havt nakrar framúr góðar live-framførslur seinasta árið,[...]

TwistedSisterBolkur590x324

Ger so væl: Twisted Sister!

Tað verður rockur fyri allar pengarnar, tá ið amerikanski bólkurin Twisted Sister fer á stóra pall á Summar Festivalinum í august. Twisted Sister steig inn á tónleikapallin tíðliga í 1970’unum, og eftir nógv ár við framførslum á smærri spælistøðum, hittaðu teir av álvara fyrst í 1980’unum, tá ið plátufeløgini av[...]

ForsolanHeldurFram590x324

Forsølan heldur fram

Í løtuni kostar eitt vikuskiftispass fyri vaksin 750 krónur.  Við at keypa vikuskiftispassið nú ber til at spara nógvar pengar av endaliga prísinum. Vikuskiftispass fyri børn kostar 200 krónur (hesin prísurin hækkar ikki)