Christopher: Hetta er dreymurin

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
ChristofferJ2017590x324

Christopher: Hetta er dreymurin

Í kvøld spælir danski poppprinsurin Christopher á Summar Festivalinum. Dugnaligi sangarin við teimum mongu hittunum er ein framúr entertainari, og hann fær avbera góð ummæli fyri sínar framførslur.

Síðani 2014 hevur hann verið millum størstu poppstjørnur í Danmark, og hann hevur eisini hittað í Fjareystri.

– Hetta er dreymurin, sum eg hevði sum ungur drongur. At spæla útseldar konsertir, hava fjepparar, gera video og annars gera tað, sum eg elski – at spæla tónleik, sigur Christopher.

Hann lovar eina rimmar konsert í Klaksvík í kvøld.

– Vit eru glóðheitir. Vit hava júst spælt stórar konsertir í Danmark, og vit ætla at halda eina veitslu á Summar Festivalinum í kvøld, sigur Christopher.

Christopher spælir á Vágsbøi í kvøld kl. 21.00.

Her kanst tú síggja video-samrøður við Christopher: