Christopher kemur á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Christopher590x3242017

Christopher kemur á Vágsbø

25 ára gamli Christopher er sum skaptur til altjóða tónleikamarknaðin. Hann skrivar framúr sangir, syngur teir fantastiska væl við sínari høgu og tryggu rødd, dugir sera væl at framføra á palli frammanfyri stórum fjøldum, og so hevur hann útsjónd sum eitt modell.

Christopher Nissen, sum vaks upp í Kastrup, byrjaði at spæla gittar og skriva sangir, longu tá ið hann var 12 ára gamal. Tá ið hann gekk í miðnámsskúla gjørdi hann ófráboðaða vitjan á skrivstovuni hjá plátufelagnum EMI í Keypmannahavn. Har spældi hann nakrar sangir fyri teimum og fekk ein sáttmála upp á standandi fót.

Í 2011 kom fyrsti sangurin hjá Christopher á marknaðin, og Against All Odds streyk inn á hitlistarnar. Tað gjørdi annar sangurin í røðini, Nothing In Common, eisini. Tá ið fyrsta útgávan Colours kom á vári í 2012, kundi Christopher staðfesta, at hann hevði fingið fótin fyri seg sum poppsangari.
Síðani hevur tað bert gingið ein veg – uppeftir – hjá evnaríka sangaranum við høgu røddini.

Í 2014 kom fyrsta altjóða gjøgnumbrotið við útgávuni Told You So, sum seldi sera væl og varð so nógv stroymd, at útgávan lá ovast á danska hitlistanum hjá Spotify í heilar sjey viku. Á sosialu miðlunum er poppprinsurin ein veruligur kongur, tí hann hevur sera nógvar fylgjarar á Instagram og aðrastaðni.
Christopher ger nú meira og meira um seg á uttanfyri Danmark, og seinastu fýra stakløgini hjá honum, sum eru av seinastu útgávu hansara, Closer, hava verið útgivin á altjóða marknaðinum.

Nú kemur Christopher til Føroya at hava konsert á landsins størsta tónleikatiltaki – Summar Festivalinum, sum verður hildin 10. til 12. august.