Cliff Richard: Síggjast á Summar Festivalinum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
CliffRichardA590x324

Cliff Richard: Síggjast á Summar Festivalinum

Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley.

Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi, Move It, sum John Lennon hevur kallað fyrsta enska rocksangin, hevur Cliff Richard havt óteljandi hitt, og her á okkara leiðum kenna vit nógvar av sangum hansara – til dømis Summer Holiday, Lucky Lips, Livin Doll, Congratulations, We Don’t Talk Anymore, Daddy’s Home, Some People og fleiri aðrar.

Í nógv ár hava føroyingar droymt um at uppliva Cliff Richard á palli í Føroyum, og nú verður tað veruleiki. Cliff Richard spælir á Summar Festivalinumhóskvøldið 4. august.

Cliff Richard fór í dag í venjingarhølini at fyrireika seg til framførsluna í Føroyum, og haðani sendi hann føroyingum eina heilsan, nú hansara føroyska konsert av álvara nærkast.

Heilsanin frá Cliff Richard kann síggjast her: