Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
EYJ_4453-0001

Í dag byrjar landsins størsta tónleikatiltak

Twisted Sister er høvuðsnavn á fyrsta festivaldegnum, sum eisini bjóðar Byrta, Marius og fleiri.

Í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta framførslan á Summar Festivalinum, og fyrsti festivaldagurin bjóðar konsertir til klokkan tvey í nátt.

Veðurstovurnar siga frá góðum veðri í dag og í kvøld. Petur Skeel Jacobsen, sum er veðurmaður í Miðlahúsinum, lovar seinnapartin eitt lot av útsynningi og suðri, turt veður og sólglottar. Og eisini í kvøld verður turt og gott veður.

Stóra navnið á Summar Festivalinum í kvøld er amerikanski rockbólkurin Twisted Sister, sum fer á pallin kl. 22.30. Bólkurin hevur gingið sigursgongd um heimin seinastu árini og verða róstir til skíggja allastaðni, teir spæla.

- Vit spæla allar okkara bestu og kendastu sangir soleiðis, sum fólk vilja hoyra teir. Vit vita, hvørjar sangir fólk lurta mest eftir, og tey fáa teir allar á konsertini í Føroyum, sigur Jay Jay French, sum er gittarspælari í Twisted Sister.

Í kvøld sleppa fólk eisini at uppliva elektropoppbólkin Byrta spæla á Vágsbøi.

- Vit gleða okkum at spæla á Føroya størsta palli, sigur Guðrið Hansdóttir, sum er annar tónleikarin í Byrta.

Í kvøld ber eisini til at hoyra Ingibjørg & Rani, sum hava ársins fyrstu framførslu, Marius, Hans Andrias, Karl Martin og Sámal Ravnsfjall.