Dagsbilettir við dyrnar

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
DagsbillettirA590x324

Dagsbilettir við dyrnar

Dagsatgongumerki verða seld við inngongdina til festivalin allar tríggjar dagarnar.

Tað gongur undan við vikuskiftispassum til Summar Festivalinum, og líkt er til, at útselt verður til festivalin. Seinastu vikuskiftispassini eru nú til sølu í Telebúðum kring landið.

Vikuskiftispass til børn (6-12 ár) verða ikki útseld. Tey kosta 200 krónur í forsølu – og 250 krónur við dyrnar. Børn 5 ár og yngri sleppa inn ókeypis.

Eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum verður selt við inngongdina til festivalin, tá ið hann byrjar.

Prísurin verður hesin:
Dagsatgongumerki, hósdagur: 500 kr.
Dagsatgongumerki, fríggjadagur: 900 kr.
Dagsatgongumerki, leygardagur: 600 kr.