Døgg og Finnur fara at spæla á Torginum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SONY DSC

Døgg og Finnur fara at spæla á Torginum

Um slakar tríggjar vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og tveir sangarar, sum nú eru komnir á skránna, eru Døgg Nónsgjógv og Finnur Koba.

18 ára gamla Døgg Nónsgjógv gav í 2013 tveir sangir út umvegis iTunes, og tað vóru tvey plettskot. Sangirnir ”Tú tók mína hond” og ”Tú ert hjá mær” vóru sera nógv spældir á útvarpsrásunum, og ikki minst ”Tú tók mína hond” hevur verið eitt veruligt hitt í Føroyum. Sangurin varð eisini kostin Ársins sangur á Faroe Music Awards fyrr í ár. Døgg hevur havt ymsar framførslur, síðani hon fyri einum góðum ári síðani kom inn á føroyska tónleikapallin, og hon hevur eisini á palli víst, at hon er evnarík. Nú er stundin komin, at Døgg vitjar á landsins størsta tónleikatiltaki.

Finnur Koba er sangari í bólkinum Páll Finnur Páll, men hann framførir nógv sum solistur. Finnur hevur eina góða og eyðkenda rødd, sum kann syngja alt frá inniligum kærleikssangum til meira argandi vísur. Á Summar Festivalinum fer Finnur Koba at syngja sangir, sum hann hevur skrivað ella framført gjøgnum árini. Og tað verður ein løta, har áhoyrararnir uttan iva fáa høvi at syngja við – og næstan ikki kunnu lata verða við tí.

Bæði Døgg Nónsgjógv og Finnur Koba hava – hvør í sínum lagi – framførslur á Torginum á Summar Festivalinum.