THE DUBLIN LEGENDS

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
TheDublinLegends590x324

THE DUBLIN LEGENDS

Molly Malone, Dirty Old Town, The Wild Rover, Whiskey In The Jar og The Rare Auld Times.

Írsku fólkasangirnir eru heimskendir, og ikki minst hevur bólkurin The Dubliners verið við til at spreiða sangirnar út um heimin.

Eftir at The Dubliners, sum vóru virknir í 50 ár, góvust av spæla live í 2012, gjørdu tveir av tónleikarunum nýggjan bólk, sum skuldu føra arvin víðari.
The Dublin Legends vóru veruleiki, og teir hava síðani ferðast kring Europa og spælt teir góðu, gomlu fólkasangirnar við nýggjari orku og fingið framúr ummæli.

Nú koma The Dublin Legends á Summar Festivalin at geva føroyingum eitt ógloymandi kvøld við øllum teimum størstu írsku fólkasangunum.

Tónleikararnir í The Dublin Legends eru Sean Cannon, Eamonn Campbell, Gerry O’Connor og Paul Watchorn. Teir hava allir verið týðandi partur av írska fólkatónleikinum í eitt langt tíðarskeið.

Sean Cannon og Eamonn Campbell spældu í næstan 30 ár við The Dubliners, og Gerry O’Connor var eisini við í bólkinum, tá ið teir høvdu sína tiltiknu 50 ára konsertferð í 2012. Tá ið stovnarin av The Dubliners “Banjo” Barney McKenna doyði sama ár, valdu hinir tónleikararnir í bólkinum at gevast at spæla undir navninum The Dubliners – bólkurin varð pensjóneraður.

Sean, Eamon og Gerry høvdu hug at halda fram við konsertframførslunum, og nú føra teir arvin víðari við The Dublin Legends.