Dynamit aftur á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Dynamit590x3242017

Dynamit aftur á Vágsbø

Legendariski Summar Festival-bólkurin Dynamit spælir á Vágsbøi í august.

Tað eru nú liðin trý ár, síðani Dynamit seinast spældi á Summar Festivalinum, men í august kann Dynamit aftur upplivast á Vágsbøi, har teir saman við áhoyrarum hava skapt nakrar heilt serligar løtur í føroyskari festivalsøgu.

Dynamit er festligur og glaður syngið-við tónleikur. Sangir sum Grøv nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Hví gongur Tom altíð skít, Ein vátur og kaldur drongur, Bangin og aðrir hava verið partur av minniligum konsertum á Vágsbøi, og nú er væl umtókti festivalbólkurin klárur til eina konsert afturat.

- Heimavøllurin hjá Dynamit er á Vágsbøi, og hugsa vit um tær fantastisku løturnar, vit hava havt saman við áhoyrarunum har, kunnu vit ikki annað enn gleða okkum til konsertina í august, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av sangarunum í Dynamit.

- Tá ið Dynamit fer á pallin er tað við fullari ferð og øllum okkara kendastu sangum. Bólkurin er kanska betri fyri enn nakrantíð, og vit fara at fyrireika okkum miðvíst til at geva fólk eina ógloymandi konsert á Vágsbøi, sigur Niclas Heri Jákupsson.

Manningin í Dynamit á Summar Festivalinum verður Niclas Heri Jákupsson, Hans Jacob Nystrøm, Ingi Isaksen, Erik Biskopstø, Jógvan Mørkøre, Mikkjal Hvannastein og Henning Nicodemussen.