Dynamit ger tað aftur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Dynamit590x324

Dynamit ger tað aftur

Tað eru  nógvar meiningar um tónleikin hjá Dynamit. Tað er eisini ósemja um, hvørt teirra framførslur eru góðar ella ikki. Men tað kann eingin diskusión vera um, at Dynamit er tann bólkurin, sum fram um teir flestu hevur fingið lív í stóru áhoyrarafjøldirnar á Vágsbøi
Og nú er tað greitt, at Dynamit spælir á Summar Festivalinum 2014.
Dynamit er ein gamal dansibólkur frá 1980’unum, sum eisini var virkin við útgávum og hevði fleiri útvarpshitt, men tað er ikki ov nógv sagt, at síðani teir fóru at hava framførslur á Summar Festivalinum í nýggjari tíð hava teir rokkið út til eina størri áhoyrarafjøld enn nakrantíð áður.
Hittini, sum teir skaptu í teimum glaðu 80’unum og nýggjari hitt eru blivin fólkaogn, og tey flestu kunnu á Vágsbøi loyva sær at syngja við til sangir sum Grøv Nummar 13, Á Lat Meg Vera, Ein Vátur Og Kaldur Drongur, Pápi Tín Býr Ei Í Tórshavn og aðrar sangir.
Seinast, Dynamit spældi á Summar Festivalinum, kundu teir framføra eitt nýtt hitt – Hví Gongur Tom Altíð Skít – og líkt er til, at tað fara teir eisini at gera í summar. Dynamit sendir nevniliga í dag ein nýggjan sang í umferð. Sangurin kallast Lat Okkum Gera Tað, og verður uttan iva nógv at hoyra komandi tíðina.
Við Dynamit á plakatini er lagt upp til eina rimmar veitslu á Vágsbøi í august mánaði.