Eg gleði meg sum eitt barn til Twisted Sister

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
NielsUniA590x324

Eg gleði meg sum eitt barn til Twisted Sister

Niels Uni Dam, tónleikari og tónleikaummælari, gleðir seg sum eitt barn til konsertina við Twisted Sister á Summar Festivalinum

Niels Uni Dam er ein av stóru føroysku fjepparunum hjá Twisted Sister, og hesa vikuna skal hann spæla á sama festivali sum amerikansku rockhetjurnar.

Niels Uni skal nevniliga sjálvur á pall saman við MC-Hár á Summar Festivalinum.

– Tankin um, at eg skal spæla á sama festivali sum Twisted Sister, er ein, ið eg aldri havi hugsað. Twisted Sister, man vera tann bólkurin, ið hevur ávirka meg mest yvirhøvur, sigur ein sera spentur Niels Uni.

- Eg havi verið á heilt ótrúliga nógvum konsertum og sæð flestu av mínum yndisbólkum live. Men Twisted Sister havi eg ongantíð sæð áður, og eg gleði meg sum eitt barn, sigur hann.

Tað var stóra hittið We’re Not Gonna Take It, sum í sín tíð blásti Niels Una um koll.

- Áðrenn eg fall fyri teimum, dansaði eg breakdance, rappaði og teknaði grafitti. Roxanne, Fatboys, Run DMC, Grand Master Melle Mell ogGrandmaster Flash vóru tað, sum fylti í mínum Ghettoblastara. Men so hoyrdi eg “We’re not gonna take it”, og eg var seldur. Eg keypti allar LP’irnar, og hetta tendraði mín áhuga fyri rokki og seinni eisini tungmálmi, sigur hann.

- Vit sótu í stovuni hjá einum vinmanni og hugdu umaftur og umaftur at einum slitnum kopieraðum videobandi av “Stay Hungry” konsertferðini. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at Dee Snider var størsta fyrimyndin, tá eg stovnaði MC-Hár.

- Vit vóru eisini málaðir á fyrstu konsertunum. Hann hevði víst mær, hvat eitt heildarshow var. Dee var tann, ið eg vildi liva upp til á pallinum, og er tað nokk enn í dag, 23 og eitt hálvt ár seinni, sigur Niels Uni Dam.

Um vikuskiftið hevði Niels Uni veitslu við vinfólki, har Twisted Sister var høvuðsnavn.

- Eg gleði meg ómetaliga nógv, so nógv, at fríggjakvøldið helt eg eitt Twisted Sister ball fyri mínum vinum, har vit lurtaðu eftir øllum plátunum, Stay Hungry konsertini og teirra kykmyndaløgum. Tað var fantastiskt.

- Eg vóni, at eg onkursvegna sleppi at hitta Dee ella onkran av hinum, meðan teir eru her, sigur Niels Uni Dam.

NielsUniB590x324