Ein góður festivaldagur fyri framman

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
BoyzlifeKomnir590x324

Ein góður festivaldagur fyri framman

Summar Festivalurin bjóðar í dag góðveður, HighasaKite, Boyzlife og góðan føroyskan tónleik

Veðurstovurnar rokna aftur í dag við góðveðri, nú Summar Festivalurin heldur fram.

Í gjárkvøldið var veðrið gott, og sera nógv fólk vóru á festivali, har Cliff Richard var stóra navnið.

Í kvøld ber til at uppliva eitt av heitastu nøvnunum í altjóða popptónleiki. HighasaKite úr Noregi vinnur við stórum fetum fram, og tey eru við at fáa veruligt gjøgnumbrot. Tey hava spælt á stórum europeiskum festivalum í summar, og í heyst fara tey á konsertferð í USA.

Brian McFadden úr Westlife og Keith Duffy úr Boyzone hava gjørt nýggjan bólk, teir kallað Boyzlife, og teir fara í kvøld at framføra góðar sangir hjá Westlife og Boyzone.

Í kvøld ber eisini til at uppliva bólkar sum Grandma’s Basement, 200, Rannvá Álaberg, Bára Silvansdóttir, Sámal Ravnsfjall og onnur.

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður í kvøld kl 19.00, og seinasta framførslan verður kl 03:15 í nátt.