Her er skráin fyri Summar Festivalin

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
SF172018590x324

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Nú er skráin fyri Summar Festivalin 2018 almenn.

Summar Festivalurin 2018 verður fimtandi festivalurin í røðini, og tað verður hátíðarhildið við stórum altjóða bólkum, spennandi føroyskum nøvnum og serligum føðingardagstiltøkum.

Tað er greitt, nú Summar Festivalurin kunnger skránna fyri ársins festival.

Konsertir verða á teimum trimum høvuðspallunum í tríggjar dagar, og harafturat koma skráir fyri Silvaland og annað undirhald seinni.

Hóskvøld verður Aqua høvuðsnavn á Vágsbøi, fríggjakvøld Zara Larsson og leygarkvøld Roger Hodgson úr Supertramp. Harafturat verða nógvar spennandi framførslur við føroyskum bólkum.

Fríggjakvøldið verður serliga fagnaðarkonsert, nú fimtandi Summar Festivalurin verður hildin. Tá fara 15 sangarar at syngja 15 sangir, sum hava sett dám á undanfarnu festivalar. Hetta verður ein av stóru løtunum á ársins festivali.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.

Tú sært alla skránna við at trýsta her