Evi syngur country

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Evi590x324

Evi syngur country

Evi Tausen er blivin alt meira etablerað innan føroyska tónleikaheimin, hóast hon ikki hevur so drúgva tónleikaslóð aftanfyri seg sum mong onnur. Síðani hon fyri skjótt fýra árum síðani hevði sína fyrstu framførslu, hevur hon givið fløgur út, eins og hon hevur ferðast til fleiri av heilt stóru country-tiltøkunum í Europa.

Eisini hevur hon vunnið altjóða heiðursølnir, og uttan iva er heiðurin sum International Artist of the Year hjá Irish Country Sound tann, ið vigar mest av hesum.

Tónleikurin, sum verður framførdur, er melodiøsur country-tónleikur, og Evi verður av fleiri lýst sum ein blanding av Alison Krauss og Tammy Wynette. Fleiri av løgunum hjá henni hava veruliga vunnið sær støðu sum landaplágur, so eingin ivi er um, at hetta eru tónar, har áhoyrararnir koma at geva sítt íkast til songrøddina.

Evi hevur góðar tónleikarar afturat sær til framførsluna á Summar Festivalinum.