Fá tær armband í góðari tíð

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Armband2016590x324

Fá tær armband í góðari tíð

Frá týsdegnum ber til at fáa armband til Summar Festivalin.

Hósdagin byrjar Summar Festivalurin, men longu frá týsdegnum ber til at fáa armband uppá.

Á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Telebúðini í Klaksvík ber til at fáa armband í vanligum upplatingartíðum frá týsdegnum.

Á Torginum í SMS fer Summar Festivalurin týsdagin, mikudagin og hósdagin at hava bás, har tað ber til at fáa armband. Básurin á Torginum í SMS hevur opið frá kl. 11:00 til 18:00.

Frá kl. 18:00 hósdagin ber til at fáa armband við inngongdina til Summar Festivalin.

Hóskvøldið kann roknast við kø til inngongdina, og tí ræður um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin, so sleppast kann undan at standa í kø hóskvøldið.