Fest og ballada við Grandma’s Basement

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
GrandmasBasement2016590x324

Fest og ballada við Grandma’s Basement

- Vit taka okkum ikki ov seriøst, siga tónleikarar í Grandma’s Basement, sum spælir á Summar Festivalinum í august

Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum. Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.

- Tá ið vit eru á palli sum Grandma’s Basement, skal tað ikki verða ov seriøst. Tað skal heldur vera fest og ballada, siga tónleikarar í Grandma’s Basement.

Grandma’s Basement spælir aftur á Summar Festivalinum í ár, og teirra framførsla verður sum vant á heimavøllinum í tjaldinum.

Video-samrøða við Grandma’s Basement kann síggjast her: