Føroyska rokksøgan á Summarfestivalinum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
RokkSogan590x324

Føroyska rokksøgan á Summarfestivalinum

Leygardagin 6. august verður framløga í Spaniastovu í Klaksvík í sambandi við, at Føroyska Rokksøgan er komin út í bók. Nú Føroya størsta tónleikatiltak, Summarfestivalurin er, leita tveir av høvundunum sær til Klaksvíkar, og fara at hugleða úr rokksøguni.

Á tiltakinum verður, umframt høvi at ogna sær Rokksøguna, framløgur av høvundunum, ið lýsa rák og hendingar føroyskum tónleiki, síðan rútmiski tónleikurin kom til Føroyar og fram til dagin í dag.

Føroyska Rokksøgan hevur verið ávegis leingi. Fyri 10 árum síðani byrjaði arbeiðið at skipa tilfar til bókina. Hans Egholm og Kartin Hansen hava í felag arbeitt saman um at fáa ætlanina til høldar øll árini. Uni Leitisstein Hansen og Niels Uni Dam hava hjálpt til at skipa og skriva um rokksøguna í nýggjari tíð, og Birgir Kruse var eisini við til at gera beinagrindina í byrjanini.

Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur bókina út. Føroyaprent hevur sett hana upp og prentað. Marna Jacobsen á Bókadeildini hevur ritstjórnað.

Møguleiki verður at keypa bókina og fáa hana signeraða.

Framløgan er frá kl. 15.30-16.30 leygardagin 6. august.