Føroyskt blómutyssi frá Summar Festivalinum

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Heidrikkur590x3242018

Føroyskt blómutyssi frá Summar Festivalinum

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrstu føroysku bólkarnar til ársins festival – eitt vakurt føroyskt blómutyssi her mitt á vetri.

Bólkarnar eru: Hamradun, VSJ ft. Dávur, Asta & Liza, Heidrik og Aria.

Hamradun er rocbólkur, sum blandar fólkatónleik, vísur, kvæði og klassiskan rocktónleik saman í eina sera spennandi og sterka tónleikaeind. Tað er gamalt føroyskt stev sett inn í ein nýggjan, mergjaðan samanhang. Pól Arni Holm av Tvøroyri, sum eitt skifti var sangari í Týr, er oddamaður í bólkinum, og afturat sær hevur hann vælspælandi og dugnaligar tónleikarar. Hamradun gav í 2015 fløgu út, og í summar skal bólkurin spæla á festivali í Italia.

Asta & Liza er eitt samstarv millum føroysku Astu Højgaard og týsku Liza Kaisinger. Tær hava í fleiri ár samstarvað um tónleik og hava áður spælt á Summar Festivalinum. Tær hava nú nýggjar sangir at bjóða og koma aftur at vitja landsins størsta tónleikatiltak.

VSJ ft. Dávur er nýggjur tónleikabólkur, sum spælir fangandi og modernaðan popptónleik. Sangirnir The Road og Solution hava verið kynt undir áhugan fyri bólkinum, sum nú eisini er farin at hava live-framførslur. Hetta er ein av spennandi spírunum í føroyskum popptónleiki, og næstu tíðina koma nýggir sangir frá bólkinum. Høvuðsmaðurin í VSJ er Villiam Joensen á Toftum, sangari er Dávur á Reynatrøð í Leirvík, og afurat sær hava teir Fríða Bjarkhamar, sum spælir trummur, og Høgna Jógvansson, sum spælir bass.

Heidrik er tónleikaverkætlanin hjá Heiðrik á Heygum, sum er listamaður, filmsskapari og tónleikari. Heidrik gav fyrsta sangin út í 2007, og síðani hevur hann javnan latið frætta frá sær – ofta hevur hann brúkt tónleikavideo á YouTube sum útgávumiðil av sínum sangum. Heidrik hevur útgivið tvær útgávur umframt stakløg. Millum kendu sangirnar hjá Heidrik eru Monster, Change of Frame og OMG.

Aria hittaði fleiri ferðir í 1990’unum, tá ið teir eisini endaðu millum fremstu bólkarnar í Prix Føroyar kapping. Aria gav eina útgávu út, og sangir sum Rooftop, Shadow of a Doubt, French Leave og Analja vóru nógv spældir. Aria spældi víðahvar kring Føroya og vóru kendir sum ein sera vælspælandi live-bólkur. Sangari í bólkinum er Jógvan Hansen, sum síðani hevur fingið yrkisleið sum tónleikari í Íslandi. Nú savnast tónleikararnir í Aria aftur til eina serliga framførslu á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 9. til 11. august.