Forsølan er byrjað

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube
Byrjan

Forsølan er byrjað

Nú kanst tú keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin 2018 fyri lægsta prísin.

Forsølan er byrjað í Telebúðum kring landið og her á heimasíðuni.

Summar Festivalurin 2018 verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Í tríggjar dagar fer altjóða og heimligur tónleikur at ljóma av fýra pallum kring festivaløkið.

Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, og á teimum fjúrtan festivalunum síðani hava altjóða toppnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Cliff Richard, Ronan Keating, Twisted Sister, Lukas Graham, Melanie C, Mika og fleiri spælt á festivalinum, sum er landsins størsta tónleikatiltak.

Fyrstu 2000 vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2018 verða nú seld fyri bert 750 krónur. Tá ið tey eru seld, hækkar prísurin. Vikuskiftispassini kunnu keypast í Telebúðum og her á heimasíðuni.

Aldurmørk og prísur:
Vikuskiftispass til vaksin (13 ár og eldri): 750 kr. (2000 stk.)
Vikuskiftispass til børn (5-12 ár): 250 kr. alla forsøluna
Børn 0-5 ár: Ókeypis atgongd