Forsølan er byrjað

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
forsola2017590x324

Forsølan er byrjað

Nú kanst tú keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin 2017 fyri lægstaprísin.

Forsølan er byrjað í Telebúðum kring landið og her á heimasíðuni.

Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august. Í tríggjar dagar fer altjóða og heimligur tónleikur at ljóma av fýra pallum kring festivaløkið.

Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, og á teimum trettan framúr festivalunum síðani hava altjóða toppnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Cliff Richard, Ronan Keating, Twisted Sister, Lukas Graham, Melanie C, Mika og fleiri spælt á festivalinum, sum er landsins størsta tónleikatiltak. Í næstum verður fyrsti útlendski bólkurin til Summar Festivalin 2017 kunngjørdur.

Fyrstu 2000 vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2017 verða nú seld fyri bert 750 krónur. Tá ið tey eru seld, hækkar prísurin. Vikuskiftispassini kunnu keypast í Telebúðum og her á heimasíðuni.

Aldursmørk og prísir:
Vikuskiftispass til vaksin (13 ár og eldri): 750 kr. (2000 stk.)
Vikuskiftispass til børn (6-12 ár): 250 kr. alla forsøluna
Børn 0-5 ár: Ókeypis atgongd