Frændur spæla á Vágsbøi

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
FraendurSpaela590x324

Frændur spæla á Vágsbøi

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð spælir á Summar Festivalinum í august

Eingin føroyskur tónleikabólkur hevur í sama mun sum Frændur megnað at savna fólkið um sínar sangir. Síðani Frændur kom við fyrstu plátuni í 1984, hava teir latið føroyingum eina slíka perlurekkju av sangum, sum eingin annar bólkur hevur gjørt teimum eftir.

Frændur hava sungið um land og fólk, um kærleika og kríggj, um rættvísi og ójavna – og um tíðina.

Frændur fara á stóra pall á Summar Festivalinum, eftir at høvuðsnavnið Roxette hevur havt sína framførslu.

- Hetta verður eitt gylt høvi at framføra fyri kanska størstu fjøld í søguni á Summar Festivalinum, og vit gleða okkum veruliga til at njóta løtuna og sangirnar saman við áhoyrarunum, siga teir í Frændum.

Og er tað nakað, sum Frændur hevur, so eru tað sangir til stóru fjøldina á Summar Festivalinum.