Framúr festivalur farin framvið

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
SONY DSC

Framúr festivalur farin framvið

11. Summar Festivalurin er nú farin aftur um, og aftur hesaferð var talan um ein serstakliga góðan festival við framúr tónleiki á palli og nógvum væl hýrdum gestum á gøtum, tjaldi, torgi og bøi.

Stóru konsertirnar á Vágsbøi eru nakað heilt serstak, tí onga aðrastaðni í landinum er uppsetingin og avviklingin av konsertunum so stórfingin. Hesaferð fingu vit fantastiskar løtur við eitt nú Twisted Sister, Anne Linnet, Basim, Burhan G og Rock Icons á Vágsbøi – landsins størsta konsertstaði. Føroysku bólkarnir, sum vóru á stóra palli, góvu eisini gestunum nakrar framúrskarandi konsertir.

Í tjaldinum og á torginum fingu vit lívligar, intimar, áhugaverdar og fjølbroyttar konsertir. Ymiskir tónleikastílir og ymiskar framførslur gjørdu hesar pallar sera spennandi at fylgja. Og enn einaferð kunnu vit bara staðfesta, at føroyskir tónleikarar eru eitt týðandi grundarlag undir festivalinum.

Umframt teir tríggjar pallarnar var eisini tónleikur og undirhald aðrastaðni á festivalinum – ikki minst í Silvalandi og í tjaldbygdini – og hetta er við til at skapa ein fjølbroyttan festival.

Upp ímóti 10.000 fólk – íroknað tónleikarar, starvsfólk, hjálparfólk og onnur – hava verið á Summar Festivali um vikuskiftið, og tað eru ikki minst hesi mongu fólk, sum skapa hetta fólksliga tiltak.

Takk fyri hesaferð – vit síggjast í august 2015!