Fýra sterkir profilar á Summar Festival

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
EydunNolsoe2016590x324

Fýra sterkir profilar á Summar Festival

Summar Festivalurin kunnger í dag fýra føroysk nøvn afturat, og talan er um veruligar profilar í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini.

Hetta eru sangarar og sangskrivarar, sum samanlagt eiga eina langa røð avsangperlum, sum allir føroyingar – yngri sum eldri – kenna, og sum eru framúr á palli.

Kim Hansen, Sámal Ravnsfjall, Eyðun Nolsøe og Hanus G. Johansen spæla allir á Summar Festivalinum 2016.

Kim, Sámal og Hanus fara at hava framførslur á Torginum, og Eyðun Nolsøe endar festivalin við framførslu í Tjaldinum sunnunáttina kl. 03.00.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.