Gakk ella renn á SF

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Renning2017590x324

Gakk ella renn á SF

Leygardagin kl 12:00 verður rennitiltakið “Gakk ella renn fyri heilsuna 2017″ á Summar Festivalinum. Treysti og Føroya Bjór skipa fyri, og byrjað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Øll, sum luttaka, eru við í kappingini um góðar vinningar Frá Føroya Bjór:


- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 pakk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir “út” og so venda øll “heimaftur” í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

- “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summar Festivalinum. Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum, sigur Guttorm Sørensen, sum er ein av royndu rennarunum í Treystinum.

Eftir renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór.