Glóðheit poppstjørna leitar á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
LucasGraham590x324a

Glóðheit poppstjørna leitar á Vágsbø

Bólkurin Lukas Graham telist millum heitastu og størstu poppstjørnur í heiminum í løtuni, og í grundini skuldi tað verið púra óhugsandi, at bólkurin leitaði til Føroya at spæla júst nú. Men tað gera teir.

Samstundis sum teir spæla útseldar konsertir í USA, vitja tey kendastu talkshowini, eru tilnevndir til tríggjar Grammy-heiðurslønir og spæla live til eitt nú MTV og Billboard heiðurslønahandanir, hava teir avgjørt at koma aftur til Føroya at spæla. Konsertin við Lukas Graham verður á Summar Festivalinum í august.

Lukas Graham spældi á Summar Festivalinum fyri tveimum árum síðani, og mong halda, at tað telist millum bestu framførslur á festivalinum nakrantíð. Tveir mánaðir seinni vitjaði bólkurin aftur í Føroyum og spældi tvær framúr konsertir í Havn. Síðani tá hevur bólkurin fingið sítt veruligt altjóða gjøgnumbrot og telist nú millum heitastu poppnøvn í heiminum.

- Í okkara eygum var Lukas Graham ein heimsstjørna longu fyri tveimum árum síðani, men nú heldur restin av heiminum tað sama. At fáa Lukas Graham aftur á Summar Festivalin at spæla er eitt tað størsta scoopið, vit hava gjørt í søguni hjá festivalinum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Lukas Graham spælir bert eina konsert í Danmark í summar, men hann hevur sett pláss av í kalendaranum til at vitja aftur í Føroyum.

- Í grundini átti tað at verið ógjørligt hjá okkum at fingið ein slíkan bólk á okkara festival júst nú, tí allur heimurin togar í teir, men Lukas Graham ynskir at koma aftur til Føroya at vitja, og tí letur hetta seg gera, sigur Erik Biskopstø.

Lukas Graham hevur fingið serligt samband til Føroya, her teir hava verið sera væl móttiknir, og tað hava fólk eisini sæð aftur, tá ið sangarin Lukas Forchhammer fleiri ferðir hevur verið at sæð í USA í føroyskari troyggju, sum hann fekk sum gávu í Føroyum.

Lukas Graham spælir á Summar Festivalinum fríggjakvøldið 11. august.