Góð tíðindi – Nokk av plássi til campingvognar

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Kamping590x324

Góð tíðindi – Nokk av plássi til campingvognar

Campingøkið á Summar Festivalinum verður næstan eins stórt í ár, sum tað var í fjør.

Ivi hevur verið um, hvussu campingøkini á Summar Festivalinum í ár skuldu skipast, og hvussu nógv pláss fór at verða. Orsøkin er, at bygging av nýggjum miðbýi er byrjað á útfyllingini á Sandinum, har stóra campingplássið hevur verið.

Nú hevur Norðoya Kunningarstova fingið staðfest, at campingøkið á Sandinum verður næstan eins stórt í ár, sum tað var í fjør. Ein minni partur av útfyllingini verður ikki tøkur, tí har er bygging byrjað, og eftir Summar Festivalurin fer byggingin av álvara í gongd.

Afturat stóra campingøkinum á Sandinum hevur Norðoya Kunningarstova eisini onnur pláss at ráða yvir, so nú verður arbeitt fram ímóti, at øll tey, sum standa á bíðilista til campingpláss ella ynskja at koma afturat, kunnu fáa pláss.

Summar Festivalurin hevur seinastu árini havt væl omanfyri 200 campingvognar á vitjan, og talið verður neyvan minni í ár.