Hans Andrias er við aftur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
HansAndrias590x324

Hans Andrias er við aftur

Hans Andrias Jacobsen varð í 2012 kosin Ársins nýggja navn á Planet Awards, og bæði áðrenn og eftir tað hevur hann verið sjónligur í føroyska tónleikalandslagnum.
Hans Andrias, sum eisini er partur av manningini í bólkinum Grandma’s Basement, kom fram sum solistur, tá ið hann gav sangin Don’t Want To Burn út. Hann hevur eisini havt nógvar framførslur til størri og smærri tiltøk kring landið, og nú er hann farin í studio at innspæla tónleik til sína fyrstu veruligu útgávu.

Tey, sum hava upplivað live-framførslur hjá Hans Andriasi, vita, at hann er serstakliga evnaríkur. Hann spælir væl og hevur eina sera góða og sterka rødd, sum kann tulka nógv ymisk tónleikasløg.

Hans Andrias fer at spæla sum solistur á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.