Hans Andrias við fullari ferð

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
hans-andrias-0001

Hans Andrias við fullari ferð

Hann byrjaði sum fjúrtan ára gamal at spæla gittar. Tá ið hann var nítjan, tók hann avgerðina um, at hann skuldi gerast veruligur tónleikari. Nú er hann 24 ár, ein spildurnýggj fløga er á veg, og hann verður umbiðin kring alt landið. Hóskvøldið spælir hann á Summar Festivalinum.

Hans Andrias Jacobsen úr Klaksvík er millum størstu talentini, Føroyar hava á tónleikapallinum í løtuni. Í góð fimm ár hevur hann verið aktivur og roynt seg á føroyska pallinum. Ein týðulig menning er hend, síðani hann sum 19 ár segði við seg sjálvan, at hann skuldi liva av tónleiki. Nú livir hann í roynd og veru av tónleikinum.

Umframt framførslur á konsertum og tiltøkum, verður Hans Andrias eisini meira og meira biðin um at spæla til privatar veitslur, brúdleyp og almennar móttøkur. Hann hevur úr at gera og hevur koyrt við fullari ferð síðani í september mánaði í fjør.

Hans Andrias er solistur og hann viðgongur, at tað raðfestir hann hægst í tónleikalívi sínum. Um framt solo-karrieruna, hann hevur, er Hans Andrias eisini partur av klaksvíksbólkinum Grandmas Basement.

Hans Andrias arbeiðir í løtuni við nýggjari fløgu. Tað er enn óvist, nær fløgan kemur út. Men innspælingin av løgunum er byrjað. Ætlanin er at fáa spælt øll løgini inn áðrenn jól. Tá verður støða tikin til, um fløgan verður prentað áðrenn ella aftaná jól.

– Eg vil hava dygd og góðsku á fløguna. Um neyðugt er við smá broytingum tá, ið gera at fløgan kemur aftaná jól, ja, so vil eg bíða, sigur ein avgjørdur Hans Andrias Jacobsen og leggur afturat:

- Tað er nógv annað spennandi á veg, men sum eg ikki orduliga kann avdúka enn.

Hans Andrias skal ikki bert framføra hóskvøldið á Summar Festivalinum. Fríggjakvøldið trínur hann á pall saman við Grandmas Basement, og leygardagin verður hann aftur at hoyra sum solistur, tá inni á tjaldingarøkinum.