Hanus, Kim og Sámal syngja við

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SamalRavnsfjall590x324

Hanus, Kim og Sámal syngja við

Tríggir profilar í føroyskum tónleiki eru nú til reiðar til Summar Festivalin.

Tað verður lagt upp til stórar framførslur og minniligar syngið-við løtur á Torginum á Summar Festivalinum.

Í dag kann Summar Festivalurin kunngera, at Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall og Kim Hansen fara at hava framførslur á útipallinum á Torginum.

Hanus G. Johansen spældi á teimum fyrstu tíggju Summar Festivalunum. Í fjør var Hanus ikki við, men nú er hann aftur til reiðar at verða við á landsins størsta tónleikatiltaki. Summar Festivalurin fegnast stórliga um, at Hanus nú verður viðaftur á festivalinum í hansara heimstaði.

Sámal Ravnsfjall hevur luttikið á fleiri Summar Festivalum, og í ár fer hann at seta punktum fyri fríggjakvøldinum við framførslu á Torginum.

Kim Hansen er ein góður vinur hjá Summar Festivalinum, og hann má sum solistur ella tónleikari hava verið við á teimum flestu Summar Festivalunum síðani 2004. Í ár fer Kim Hansen at hava framførslu sum solistur á Torginum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august. Mikukvøldið á midnátt endar netsølan av vikuskiftispassum.