Havi droymt um at fáa kjansin

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
RannvaAlaberg590x324

Havi droymt um at fáa kjansin

Songkvinna av Argjum fer at framføra á ársins Summar Festivali.

Fyri seks árum síðani avgjørdi Rannvá Álaberg at fylgja tónleikadreyminum, hon hevði. Hon lærdi seg at spæla gittar og fór á Den Rytmiske Højskole í Vig í Danmark. Komin heimaftur fór hon at skriva egnar sangir – yrkingar og løg.

Í fjør gav Rannvá út sangin Tigandi tøgnin, sum varð nógv spældur. Fyrsti sangurin var ein roynd at fáa sín tónleik út millum fólk og var ikki ætlaður at verða bindandi fyri hennara stíl frameftir.

Á Summar Festivalinum fer Rannvá at framføra egnar sangir, og tónleikurin verður popprockur. Afturat sær hevur hon John Ivar Venned á gittar, Josva Debes á trummum og Eyðun Johannesen á bass.

- Eg eri sera glað fyri, at eg havi fingið møguleikan at framføra á Summar Festivalinum, og eg eri ótrúliga spent. Eg havi staðið á festivalinum og droymt um at fáa kjansin at spæla, og nú havi eg fingið hann, sigur Rannvá Álaberg.

Rannvá ætlar at hava ein nýggjan sang í umferð áðrenn framførsluna í Klaksvík í august.