Heilsan frá borgarstjóranum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
JogvanSkordheim590x324

Heilsan frá borgarstjóranum

Nú er enn ein Summar Festivalur fyri framman. Stórsligna og spennandi tiltakið mitt í Klaksvíkar býi savnar túsundtals fólk úr øllum landinum – og úr útlandinum – til tríggjar hugaligar dagar við tónleiki, hugna og undirhaldi.

Føroyar hava við Summar Festivalinum fingið ein festival, sum kann samanberast við altjóða festivalar, og tað er í grundini eitt bragd, at tað hevur lukkast at menna eitt slíkt tiltak í Klaksvík. Nærlagni, miðvíst arbeiði og kreativitetur hjá nógvum fólkum – bæði teimum, sum varða av festivalinum, og teimum, sum hava luttikið á ymsan hátt – hevur gjørt Summar Festivalin til tað, hann er.

Summar Festivalurin hevur megnað at fingið stór altjóða tónleikanøvn til Føroya at framføra. Tað, sum fyri ikki so nógvum árum síðani var púra óhugsandi, ber nú til. Aftur í ár hevur Summar Festivalurin fingið ein av bólkunum, sum føroyingar annars bert kenna frá útgávum, miðlum og framførslum kring heimin. Nú ber til at hoyra Roxette spæla á Vágsbøi mitt í Klaksvík. Tað gleða vit okkum til!

Vit fegnast eisini stórliga um leiklutin, sum føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar hava á Summar Festivalinum og øllum hinum tiltøkunum kring landið. Vit eiga óteljandi dugnaligar tónleikarar, sum við sínum skapanarevnum hava gjørt framúr góðan tónleik. Føroysku bólkarnir eru ein avgerandi partur av Summar Festivalinum, og tey flestu munnu eisini gleða seg til framførslur hjá føroyskum bólkum á hesum festivalinum eisini.

Summar Festivalurin hevur eina drúgva skrá, sum varðar tríggjar dagar, og umframt framførslurnar á pallunum, er so nógv annað at njóta og uppliva á festivalinum. Tað ber til at siga, at vit velja sjálvi okkara festival. Vit velja konsertir burturúr, sum vit fara til, og annars leggja vit okkum dagarnar og løturnar til rættis, sum vit hava hug. Møguleikarnir fyri hugna og upplivingum eru nógvar, og ikki minst eru tey mongu prátini á festivaløkinum eru hugalig og gevandi hesar dagar.

Eg vil takka fyrireikarunum av Summar Festivalinum fyri, at teir hava sett enn ein spennandi festival saman, og eg ynski øllum gestunum ein góðan festival!

Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu