LENA SPÆLIR Á VÁGSBØI

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
LenaAnderssen590x324

LENA SPÆLIR Á VÁGSBØI

Seinnu árini hevur Lena Andersen verið ein av mest virknu tónleikarunum í Føroyum. Hon hevur skrivað tónleik, givið út og spælt víðhvar – bæði her heima og í útlondum. Eisini hevur Lena vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik og verður roknað sum ein av landsins bestu artistum.

Nú fer Lena at spæla á landsins størsta tónleikapalli – stóra palli á Summar Festivalinum. Lena hevur áður havt framførslu á Summar Festivalinum, men nú verður tað við fullum bólki á Vágsbøi.

- Lena telist millum okkara best gávaðu tónlistafólk, og vit eru sera fegin um, at hon nú fer at framføra á stóra palli á Summar Festivalinum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Mikukvøldið á midnátt er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki til Summar Festivalin fyri verðandi prís. Hósdagin hækkar prísurin. Atgongumerki kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.

Sig tína meining