Hetta bjóðar seinasti festivalsdagurin

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
EYJ_5022-0001

Hetta bjóðar seinasti festivalsdagurin

Drúgvi dagurin á Summar Festivalurin bjóðar eitt nú Rock Icons, Anne Linnet og Hallelulja-Sofus.

Í dag verður triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum, sum hevur savnað túsundtals fólk seinastu tveir dagarnar til konsertir við eitt nú Twisted Sister, Burhan G og Dynamit.

Í dag verða 15 konsertir á teimum trimum útipallunum, umframt at undirhald og tónleikur eisini er í Silvalandi og í tjaldbygdini.

Poppsangarin Basim, sum var við í X Factor í síni tíð og luttók í Grand Prixnum í ár, hevur fyrstu konsertina á Vágsbøi í dag. Hann spælir kl. 17.00.

Anne Linnet hevur sína framførslu kl. 21.00, og kl. 23.30 verður stóra rockshowið við Joe Lynn Turner úr Rainbow og Eric Martin úr Mr Big. Teir fara at framføra nakrar av størstu rockperlunum í søguni.

Leygardagurin bjóðar eisini framførslur frá Eivør, Vestmonnum, Halleluja-Sofus, Chase, Jens Marna, Signar í Homrum og fleiri.

Summar Festivalurin 2014 endar kl. 04 í nátt.