Hjarnar í toppformi til Summar Festival

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
Hjarnar2016590x324

Hjarnar í toppformi til Summar Festival

Legendariski rockbólkurin spælir á ársins Summar Festivali

Teir teljast millum slóðbrótararnar í føroyskum rocktónleiki, og teir eru framvegis í sera góðum formi og klárir at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

Tað eru liðin fýra áratíggju, síðani Hjarnar byrjaðu at spæla, og hóast teir í tíðarskeiðum hava verið minni virknir, hevur bólkurin øll árini síðani verið partur av føroyska tónleikalívinum.

Fyri kortum høvdu teir tríggjar útseldar konsertir í Klaksvík og Havn, og í august fara teir á pallin á Summar Festivalinum. Hjarnar verða fullmannaðir til framførsluna. Karl Martin Samuelsen er nú sum áður sangari í bólkinum, og afturat honum verða Jørgin Dahl, Graham Stewart, Eyðun Nolsøe, Hans Black, Jógvan Olsen og Ólavur Øster.

Lagt er upp til eina stóra løtu á Summar Festivalinum, tá ið Hjarnar fara at spæla sangir sum Alla Nátt, Breaking My Heart og So Excited.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.