Nógv fólk koma á Summar Festival við húsvognum, og stóra campingplássið hevur verið á Sandinum. Nú verður bygt á hesum øki, og tí verður økið bert lutvíst nýtt til húsvognar frameftir. Tað merkir, at onnur øki í býnum eisini verða brúkt, og roynt verður at fáa pláss til so nógvar húsvognar sum gjørligt.
Pláss skal umbiðast frá Norðoya Kunningarstovu á telefon 456939.