Hvíl í friði, A. J. Pero

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
AJPeroHvilIFrid590x324

Hvíl í friði, A. J. Pero

Í fjørsummar hevði Summar Festivalurin vitjan av amerikanska rockbólkinum Twisted Sister. Teir vóru í Føroyum í fleiri dagar upp undir framførsluna á Vágsbøi, og teir vóru sera hugaligir og hugnaligir gestir at hava.

Tað ber til at siga, at Føroyar fingu nýggjar vinir av teirra ferð, tí teir vóru hugtiknir av Føroyum og ovfarnir av føroyskum gestablídni. Teir hittu nógv fólk, vitjaðu ymsastaðni kring landið, og tá ið teir so fóru á pallin í Klaksvík, var tað ein rockkonsert uttan sín líka, teir góvu áhoyrarunum.

Ein av tónleikarunum í Twisted Sister var A. J. Pero, sum spældi trummur. Hann hevði rockmotorin koyrandi við sínum trygga og sterka trummuspæli, og sum persónur var hann sera fyrikomandi og áhugaverdur at práta við. Hann var ein av útlendsku tónleikarunum, sum veruliga legði nakað gott eftir seg í Føroyum, og ivaleyst eisini tók okkurt gott við sær úr Føroyum.

Fríggjadagin frættust boðini um, at A. J. Pero brádliga var deyður. Her í Føroyum minnast vit A.J. Pero við gleði og eru glað fyri, at vit komu at kenna hann, og at vit upplivdu hann á palli. Okkara tankar leita til hansara nærmastu í hesum truplu døgum. Hvíl í friði, A.J. Pero!