Hvonn nýggja matstovu á SF

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
hvonn590x324

Hvonn nýggja matstovu á SF

Á ársins Summar Festivali kunnu gestirnir vitja eina nýggja matstovu, sum fer at halda til í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu.

Hvonn letur upp nýggja matstovu á Summar Festivalinum, og matarlepin bjóðar millum annað oksasteik, spareribs og marineraða svínaskinku.

Matstovan heldur til í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu, sum er partur av festivaliøkinum.

Fólk nýtast ikki at bíleggja borð á matstovuni, men kunnu bara støkka inn á gólvið, og hóast talan er um fínari mat, verður serviseringin kvik, so fólk ikki skulu sita og bíða eftir mati.

Matstovan hjá Hvonn á Summar Festivalinum hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.

Matskráin hjá Hvonn á Summar Festivalinum kann lesast her

Hvonn matskrá SF 2014