Ingibjørg & Rani bróta innsiglið

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
ingibjorg

Ingibjørg & Rani bróta innsiglið

Ingibjørg Hansen úr Mikladali og Rani Nolsøe úr Klaksvík spæla fyrstu konsertina á ársins Summar Festivali.

Fyri júst 10 árum síðani vann Ingibjørg Hansen sangkappingina Barnaprixið. Síðani hevur hon javnan havt framførslur, og hon lovar eina litríka konsert á Summar Festivalinum.

Tað var í sambandi við Barnaprixið, at hon eisini kom í samband við Rana Nolsøe, sum spældi gittar til hennara framførslu á einari sølustevnu. Síðani hava tey havt nógvar framførslur saman.

- Eg havi altíð sungið fyri meg sjálvan, sangurin hevur altíð ríkað mítt lív. Hetta er ein skattur, sum eg eigi, sigur Ingibjørg.

Ingibjørg hevur ongantíð verið til sangundirvísing. Røddini hevur hon fingið í gávu, og sjálv venur hon røddina nú saman við Rana Nolsøe.

- Ta fyrstu konsertina hevði eg saman við nøkrum vinkonum í túninum uttan fyri Uttarstovu. Tað var líka sum har, at karrieran á palli byrjaði, sigur Ingibjørg við einum smíli.

Í løtuni býr Ingibjørg í Keypmannahavn, har hon er undir lestri. Enn hevur hon ikki framført í Danmark, men fuglar hava teskað í oyrað, at hon skjótt fer at verða partur av onkrum føroyskum tiltaki.

Ingibjørg hevur framført á Summar Festivalinum tvær ferðir fyrr. Í 2008 og 2012. Hetta verður so statt triðju ferð at hon fer at deila sína fantastisku rødd við áhoyrararnar á Summar Festivalinum.

- Vit gleða okkum at sleppa at seta Summar Festivalin 2014. Áhoyrararnir kunnu vænta eina fjølbroytta konsert, tí vit fara at spæla fleiri ymiskar sjangrur, eldri og nýggjari tónleik. Umframt hetta, kann tað henda seg, at okkurt spildurnýtt lag kemur frá Rana, sigur ein spent Ingibjørg.

Sjálv er hon í gongd við at skriva nøkur nýggj løg, men tey verða ikki klár til Summar Festivalin 2014. Tey verða goymd til eina aðru ferð.

Ingibjørg Hansen spælir fyrstu konsertina og fær tí sera góða tíð at lurta eftir øðrum tónleikarum á SF2014. Hon gleðir seg mest til Lenu Andersen, Eivør Pálsdóttir og Byrtu.