Joe Lynn Turner á Gamla Seglhúsinum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
SONY DSC

Joe Lynn Turner á Gamla Seglhúsinum

Sunnukvøldið kl. 20.00 verður eitt serligt kvøld við rocksangaranum Joe Lynn Turner á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Joe Lynn Turner hevur havt eina drúgva yrkisleið sum rocksangari á altjóða tónleikapallinum. Hann hevur verið sangari í bólkum sum Rainbow og Deep Purple, og hann hevur eisini havt nógv onnur samstørv – eitt nú Yngwie Malmsteen.

Hann fer saman við tveimum føroyskum gittarúrmælingumat hava ein akustiska framførslu umframt at greiða eitt sindur frá sínum drúgva tónleikalívi. Møguleik er eisini at hitta rocklegenduna ”face to face” og annars at ogna sær fløgur og skreytlutir. Lættari ábit og okkurt leskandi verður eisini at fáa.

Nærri upplýsingar fáast hjá Símun Gullaksen á 217055.