Karl Martin fer at rocka tjaldið

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
KarlMartinB590x324

Karl Martin fer at rocka tjaldið

Karl Martin Samuelsen er ein av undangongumonnunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var og er sangari í rockbólkinum Hjarnar, sum hava fleiri útgávur á baki og hava gjørt nøkur av stóru føroysku rockhittunum – ikki minst balladuna Breaking My Heart og rocksangin Alla Nátt.

Karl Martin hevur eisini verið partur av poppbólkinum JOKA, hann hevur sungið á barnaútgávum og á nógvum øðrum útgávum. Karl Martin kann tríva í eitt imponerandi savn á sangum, tá ið hann fer á pallin at framføra.

Hesaferð fer hann at spæla kendar sangir, ið hann hevur framført gjøgnum árini, og hann hevur eisini okkurt nýtt við sær á pallin.

Karl Martin hevur ein væl mannaðan bólk við sær á pallin, og lagt er upp til eina ordans framførslu við framúr góða rocksangaranum.