Kjølar aftur á pall

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube
395D5DDF-EBAF-4F50-87FD-172122344994

Kjølar aftur á pall

90’ara rockbólkurin ger comeback eftir 19 ár

Ein av best umtóktu føroysku bólkunum í 1990’unum ger nú comeback við framførslu á Summar Festivalinum. Kjølar fara saman við festivalgestunum at gera eina nostalgiska ferð aftur í 90’ini, tá ið bólkurin fekk dansistøðini og hallirnar kring landið at kóka við melodiøsum rockhittum.

Kjølar hevði sína stórtíð seinna partin av nítiárunum, tá ið teir hittaðu við sangum sum Paying, Sweet Little Suzie, Skýmandi kvøldið og Sorgblídni. Bólkurin spældi sera nógv kring landið, teir vóru við í Prix Føroyar finaluni í 1997 og 1999, og teir vóru fleiri ferðir ovast á 15 teimum bestu.

Kjølar hava ikki spælt alment í 19 ár, men nú eru teir til reiðar at fara aftur á pallin, og Kjølar fara at spæla, sum teir spældu í 1990’unum.

– Vit fara á Summar Festivalinum at leita aftur í tíðina eina løtu, tí vit hava ongar nýggjar ætlanir við Kjølum. Vit fara at spæla sangirnar, sum vit plagdu at spæla í 90’unum, og vit gleða okkum til at njóta hesa framførslu saman við fólki, sigur Signar í Homrum, sum er ein av tónleikarunum í Kjølum. Hinir tónleikararnir í bólkinum eru Jens Marni Hansen, Jens Tummas Næs og Henning Nicodemussen.

Kjølar spæla í stóra Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.