Konsertin við ON MASS Føroyar flutt í Spaniastovu

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
OnMass2017590x324

Konsertin við ON MASS Føroyar flutt í Spaniastovu

Konsertin við ON MASS Føroyar, sum skuldi verða á tjaldingarøkinum á Akursmørk í dag, er flutt í Spaniastovu. Beint áðrenn kl. 15 fær tjaldingarøkið tó vitjan av øllum teimum umleið 30 sangarunum. Tey koma at syngja nøkur løg, og síðani kunnu fólk fylgjast út í Spaniastovu, har konsertin verður.
Konsertin er ókeypis og byrjar klokkan klokkan 15.
Hvat er ON MASS FØROYAR?
Orkufull og stuttlig konsert við 30 ungum tónleikarum, sum í eina viku hava verið á spennandi verkskeiði við yrkistónleikarum úr Bretlandi og Føroyum. Saman hava tey skapt tónleik, sum fevnir um alskyns sjangrur, ofta við einum ferili av føroyskum íblástri og altíð við nógvari orku og skapanargleði.
Norðurlandahúsið, í samstarvi við the Roundhouse í London, skipa fyri.