Kristel Lisberg í Tjaldinum

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
KristelTjaldinum590x324

Kristel Lisberg í Tjaldinum

Kristel Lisberg telist millum tær evnaríku føroysku songkvinnurnar, og hon er í uppskoti sum ársins songkvinna, tá ið føroysku tónleikaheiðurslønirnar verða lætnar.

Kristel Lisberg hevur verið virkin sangari, síðani hon var ung genta, og evnini at syngja og tulka sangir hava verið og eru framvegis eyðsýnd. Seinastu árini hevur Kristel Lisberg givið fleiri sangir út, og nú um dagarnar kom enn ein sangur, September, frá henni.

Í august verður Kristel Lisberg á Summar Festivali saman við bólki sínum. Hon fer at hava framførslu í Tjaldinum.

- Eg fari at spæla egin løg, og eg fari at tríva í allar sangirnar, sum eg havi givið út gjøgnum árini – eisini Ain’t No Love, sum kom út í 2003. Eg havi ongantíð áður framført tann sangin live, men nú skal tað verða. Eg taki sjálvandi eisini tey nýggjastu løgini, Without You og September, og onkur meira ókend eisini, sigur Kristel Lisberg.

- Eg gleði meg sera nógv til at standa á palli aftur, og eg eri fegin um at fáa møguleikan at spæla á Summar Festivalinum, sigur hon.

(Mynd: Jepser Bang-p Thortzen)