Kvæðarockur á Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 9. - 11. august 2018
Facebook YouTube
Tyr590x324

Kvæðarockur á Vágsbø

Fremsti føroyski rockbólkurin verður við, tá ið Summar Festvalurin verður hildin í august.

Tað eru liðin næstan 15 ár, síðani Týr fekk gjøgnumbrot í føroyskum tónleiki við Prix Føroyar luttøkuni og teirra útseting av Orminum Langa. Síðani hevur Týr verið fremsta føroyska rocknavnið við sínum buldrandi kvæðarocki og altjóða framførslum og útgávum.

Við frumkenda rockljóðinum hevur bólkurin vunnið sær ein alt størri status á altjóða pallinum. Onkrir av sangunum hjá Týr hava fingið óvanliga nógvar sýningar á YouTube. Sinklars Vísa er sædd meira enn tvær milliónir ferðir, og sangurin Hold The Heathen Hammer High hevur næsta fýra milliónir sýningar. Hetta er púra óhoyrt fyri eitt føroyskt tónleikanavn og staðfestir, hvussu stórir Týr eru úti í heimi.

Seinnu árini hevur Týr verið støðugt á ferð í Europa, USA og aðrastaðni, og teir eru mest seljandi føroyski tónleikabólkur nakrantíð.

Til Summar Festivalin hevur Týr eisini nakað heilt serligt við í framførslu síni. Pól Arni Holm, sum var sangari í bólkinum fyrstu tíðina, verður serligur gestur, tá ið Týr spælir á Summar Festivalinum.