Í kvøld verður tað Roxette

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
RoxetteIKvold590x324

Í kvøld verður tað Roxette

Svenski superbólkurin tekur í kvøld Summar Festivalin við øllum sínumheimshittum.

Størsta einstaka konsert, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, verður væntandi á Summar Festivalinum í kvøld.

Svenski poppbólkurin Roxette tekur Vágsbø við øllum sínum heimshittum, og spenningurin er sera stórur til framførsluna.

Roxette ferðalagið kom til Føroya í øllum góðum í gjár, og nú verður gjørt klárt til stóru konsertina á Vágsbøi í kvøld.

Roxette hevur seinasta árið ferðast um allan heimin, og tey vildu sera fegin sleppa til Føroya at spæla eisini. Samband hevur verið millum Summar Festivalin og Roxette ígjøgnum fleiri ár, og tað var sjálvsagt, at Roxette kom á landsins størsta tónleikatiltak at spæla.

Í kvøld spæla eisini bólkar sum Frændur, Swangah, Guns4Sale, Sakaris, Signar í Gomrum og Hans Andrias á Summar Festivalinum.