Laila av Reyni á verður við

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
LailaAvReyniA590x324

Laila av Reyni á verður við

Songkvinnan og fjøllistakvinnan Laila av Reyni skal framføra á Summar Festivalinum í august.

Laila av Reyni gav fyri kortum út sína aðru útgávu, sum kallast Stay. Hetta er ein melankolsk elektropopútgáva, sum er ein ferð gjøgnum tónleik, kenslur og visuellu list. Laila tekur støði í samtíðini og teimum avbjóðingum, sum lívið hevur við sær.

Laila fer á Summar Festivalinum at hava framførslu, har hon umframt tónleikin eisini dregur aðrar partar av sínari list inn í framførsluna.

Leygarkvøldið 12. mars á midnátt er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki, áðrenn prísurin hækkar.