Legendariski Cliff vann Vágsbø

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
CliffVagsbo590x324

Legendariski Cliff vann Vágsbø

Cliff Richard var í stórformi, tá ið hann í kvøld sang fyri føroyingum á Vágsbøi

Umsíðir varð tað veruleiki. Cliff Richard hevði konsert í Føroyum. Og tað gjørdist ein legendarisk konsert á Vágsbøi.

Cliff Richard telist millum størstu nøvnini í tónleikasøguni, og føroyingar hava havt ein serligan tokka til sympatiska og dugnaliga poppsangaran.

Í kvøld kundu tey so øll hittast – Cliff Richard og allir hansara føroysku fjepparar.

Cliff Richard sang nógvar av sínum kendastu sangum. Hann sang sjálvandi Summer Holiday, Livin Doll og The Young Ones, og hann hevði eisini sangir sum We Don’t Talk Anymore, The Millennium Prayer og rock ’n roll sangir frá 60’unum á skránni.

Løtan við Cliff Richard var legendarisk!