Legendur syngja rockperlur

SF.FO

Klaksvík 10. - 12. august 2017
Facebook YouTube
EricMartin590x324

Legendur syngja rockperlur

Ein av stóru konsertunum á Summar Festivalinum í fjør var konsertin við rocklegendunum úr USA. Aftur í ár koma rocksangarar úr USA til Føroya at framføra á landsins størsta festivali.

Joe Lynn Turner, sum hevði eina av bestu framførslunum á Summar Festivalinum í fjør, verður við aftur á festivalinum í ár, og afturat honum verður eisini Eric Martin, sum er kendur sum sangari í Mr. Big.
Teir spæla undir navninum Rock Icons og hava ein sera væl spælandi rockbólk við sær og ætla av álvara at kynda undir rockfagnaði við stórum hittum.

Joe Lynn Turner
Hann er tiltikin fyri sína framúr góðu rockrødd, og hóast hann er komin nakað upp í árini, upplivdu gestirnir á Summar Festivalinum í fjør, at Joe Lynn Turner framvegis kann syngja teir stóru rockslagararnar sannførandi.
Joe Lynn Turner er serliga kendur sum sangari í Rainbow, sum hittaði við sangum sum Street of Dreams og I Surrender. Hann var eitt skifti sangari í einum øðrum heimskendum rockbólki, Deep Purple, og hann hevur havt nógv onnur samstarv gjøgnum árini – eitt nú við Yngwie Malmsteen.

Joe Lynn Turner var so fegin um vitjanina í Føroyum í fjør, at hann sera gjarna vildi koma aftur hendan vegin at spæla. Og tá ið kjansur varð at spæla aftur á Summar Festivalinum, kom eitt rungandi ja úr USA.

Eric Martin
Eitt av størstu rockhittunum í 1990’unum var sangurin To Be With You hjá Mr. Big. Bólkurin, sum varð stovnaður í Los Angeles í 1988, fekk sítt gjøgnumbrot við júst hesum sangi, sum hevur yvilivað øll rockrák síðani og stendur eftir sum ein veruligur rockklassikari.
Mr. Big hevði eisini onnur hitt. Á okkara leiðum vóru teir nógv at hoyra við endurinnspælingini av sanginum Wild World hjá Cat Stevens.
Mr. Big vóru kendir fyri at verða burturúr góðir tónleikarar, og á odda fyri bólkinum var Eric Martin, sum veruliga kundi fara á flog við síni rødd.
Eric Martin kemur nú til Føroya á fyrsta sinni, og annað vikuskiftið í august verður gjørligt at hoyra sangir sum To Be With You og Wild World live á Vágsbøi.